Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 89
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Songur. Eftir Etan Ezra’it.
2 Um náði HARRANS skal eg syngja til ævigar tíðir, mann eftir mann skal muður mín kunngera trúfesti Tína.
3 Tí Tú hevur sagt: "Náði verður bygd upp til ævigar tíðir." Í Himli hevur Tú grundfest trúfesti Tína.
4 [Tú sigur:] "Eg havi gjørt sáttmála við hin útvalda Mín, Eg havi svorið Dávidi, tænara Mínum:
5 Til ævigar tíðir skal Eg grundfesta avkom títt, mann eftir mann skal Eg byggja hásæti títt." - Sela.
6 Og Himmalin prísar undurverkum Tínum, HARRI; trúfesti Tín verður prísað í samkomu hinna heiløgu.
7 Tí hvør í Himli kann metast javnt við HARRAN, hvør av sonum Guds er HARRANUM líkur -
8 øgiligur Gud í loynda ráði hinna heiløgu, øllum teimum stórur og ræðuligur, sum rundan um Hann eru!
9 HARRI Gud herskaranna, hvør er sum Tú! - Sterkur er HARRIN, og trúfesti Tín er rundan um Teg.
10 Tú ert tann, ið ræður yvir hugmóði havsins; táið aldur tess reisast, stillar Tú tær.
11 Tú hevur sorað sundur Rahab sum feldan hermann, spjatt fíggindar Tínar við veldigum armi.
12 Tín er himmalin, og Tín er jørðin, Tú grundfesti jarðarríki og alt tað, sum í tí er.
13 Norður og suður skapti Tú, Tabor og Hermon rópa av gleði um navn Títt.
14 Tú hevur arm við veldi; sterk er hond Tín, høg er høgra hond Tín.
15 Rættferð og rættur er grundvøllur hásætis Tíns, náði og sannleiki standa fyri ásjón Tíni.
16 - Sælt er fólkið, ið kennir fagnaðarróp; HARRI, í ljósi andlits Tíns skulu tey ganga.
17 Í navni Tínum skulu tey gleðast allan dagin, og við rættferð Tíni skulu tey koma at sita høgt.
18 Tí Tú ert prýði styrki teirra, og við góðsku Tíni lyftir Tú horni okkara.
19 Tí HARRIN er skjøldur okkara, hin Heilagi Ísraels er kongur okkara.
20 Ta ferðina talaði Tú í sjón við hini heiløgu Tíni og segði: "Eg havi lagt hjálp í hondina á einum veldigum, Eg havi gjørt unglinga av fólkinum høgan;
21 Eg havi funnið Dávid, tænara Mín, Eg havi salvað hann við heiløgu olju Míni.
22 Hond Mín skal altíð vera við honum, og armur Mín skal geva honum styrki.
23 Eingin fíggindi skal óvart koma á hann, og eingin órættvísur skal kúga hann;
24 nei, Eg skal sora fíggindar hansara fyri ásjón hansara og heimsøkja teir, ið hata hann.
25 Við honum skal trúfesti og náði Mín vera, og í navni Mínum skal horn hansara verða høgt.
26 Havið skal Eg leggja undir hond hansara, streymarnar undir høgru hond hansara.
27 Hann skal kalla Meg: "Faðir mín, Gud mín og frelsuklettur mín!"
28 Eg geri hann til hin frumborna, hægstan av kongunum á jørðini;
29 til ævigar tíðir skal Eg lata náði Mína móti honum standa við, og sáttmáli Mín við hann skal standa fastur;
30 Eg lati avkom hansara standa til ævigar tíðir, hásæti hansara, so leingi sum himmalin er til.
31 Svíkja synir hansara lóg Mína, og ganga teir ikki eftir boðum Mínum,
32 bróta teir fyriskipanir Mínar, og halda teir ikki tað, ið Eg havi boðið,
33 so skal Eg heimsøkja synd teirra við sløgum, misbrot teirra við plágum;
34 men náði Mína taki Eg ikki frá honum, og trúfesti Mína svíki Eg ikki;
35 Eg bróti ikki sáttmála Mín og broyti ikki tað, ið varrar Mínar hava talað.
36 Eitt havi Eg svorið um heilagleika Mín - sanniliga, Eg skal ikki lúgva fyri Dávidi:
37 Avkom hansara skal verða verandi í allar ævir, og hásæti hansara sum sólin fyri ásjón Míni;
38 sum mánin skal tað standa til ævigar tíðir - og vitnið í Himli er trúfast!" - Sela.
39 Men nú hevur Tú vrakað og havnað, Tú ert vorðin illur við hin salvaða Tín;
40 sáttmálan við tænara Tín hevur Tú rist av Tær, krúnu hansara hevur Tú vanhalgað og kastað hana til jarðar.
41 Tú hevur rivið niður allar múrar hansara og gjørt virki hansara til grótrúgvur.
42 Hvør ferðamaður rænir frá honum, hann er vorðin grannum sínum til spott.
43 Høgru hond óvina hansara hevur Tú gjørt høga, Tú hevur glett allar fíggindar hansara.
44 Svørð hansara lætst Tú víkja og heltst honum ikki uppi í stríðnum.
45 Tú gjørdi enda á allari dýrd hansara og stoytti hásæti hansara til jarðar,
46 stytti ungdómsdagar hansara og sveipaði hann í skomm. - Sela.
47 Hvussu leingi fert Tú at fjala Teg, HARRI? - Í allar ævir? Hvussu leingi skal vreiði Tín loga sum eldur?
48 Minst tó, hvussu stutt lív mítt er, minst tómleikan, ið Tú hevur skapt hvørt menniskjabarn til!
49 - Hvør er maðurin, ið sleppur at liva og fær ikki deyðan at síggja! Hvør bjargar sál síni undan valdi deyðaríkisins! - Sela.
50 HARRI, hvar eru náðiverk Tíni frá forðum, sum Tú við eiði lovaði Dávidi í trúfesti Tíni?
51 HARRI, minst skommina, ið liggur yvir tænarum Tínum, at eg má bera í fanginum spottið frá øllum hinum mongu fólkum,
52 at fíggindar Tínir háða, HARRI, at teir háða fótaspor hins salvaða Tíns!
53 Lovaður veri HARRIN í allar ævir! Amen, amen!