Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 48
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Songur. Sálmur. Eftir synir Kora.
2 Stórur og hálovaður er HARRI okkara í staði Sínum, á heilaga fjalli Sínum.
3 Vakurt reisir tað seg, allari jørðini er tað gleði, Zionsfjall, ytst í norðri, staður hins stóra kongs.
4 Gud er í borgum hansara, Hann hevur gjørt Seg kendan sum fasta borg.
5 Tí kongarnir savnaðu seg, tilsamans hildu teir fram.
6 Teir sóu - og teir óttaðust, ræðsla greip teir, teir skundaðu sær at flýggja.
7 Teir fóru at biva har, angist fall á teir, sum á kvinnuna, ið føðir.
8 Við eystanstormi breytst Tú sundur tarsisskip.
9 Sum vit høvdu hoyrt, so hava vit nú fingið tað at síggja í staði HARRANS Guds herskaranna, í staði Guds okkara - Gud letur hann standa í allar ævir. - Sela.
10 Í halgidómi Tínum grunda vit á náði Tína, Gud!
11 Sum navn Títt, Gud, so er prís Títt líka til endar jarðarinnar; høgra hond Tín er full av rættferð.
12 Zionsfjall frøist, døtur Juda rópa av gleði um dómar Tínar.
13 Gangið rundan um Zion, farið runt um tað og teljið tornini í tí,
14 hyggið at múrum tess, gangið gjøgnum borgir tess, so tit kunnu siga hini komandi ætt frá tí!
15 Tí hesin Gud er Gud okkara í aldur og ævir - Hann skal leiða okkum um deyðan.