1 | Til songmeistaran. Eftir gittit. Eftir synir Kora. Sálmur. |
|
2 | Hvussu elskuligir eru ikki bústaðir Tínir, HARRI Gud herskaranna! |
|
3 | Sál míni leingist, ja, hon tráar eftir forgørðum HARRANS; hjarta mítt og hold mítt rópa av gleði móti hinum livandi Gudi. |
|
4 | Ja, spurvurin fann sær heim, og svalan reiður, sum hon hevur ungar sínar í - altar Tíni, HARRI Gud herskaranna, kongur mín og Gud mín! |
|
5 | Sæl eru tey, sum búgva í húsi Tínum; tey skulu altíð lova Tær. - Sela. |
|
6 | Sælur er tann, ið hevur styrki sína í Tær, og sum hevur hjartað vent til hinar beinu leiðir. |
|
7 | Táið tey fara gjøgnum bakadalin, gera tey hann til kelduríkt stað, ja, heystregnið leggur signing yvir hann. |
|
8 | Frá kraft til kraft ganga tey; tey stíga fram fyri Gud á Zion. |
|
9 | HARRI Gud, Gud herskaranna, hoyr bøn mína, lurta eftir, Tú Gud Jákups! - Sela. |
|
10 | Gud, skjøldur okkara! Hygg higar og skoða andlit hins salvaða Tíns! |
|
11 | Tí betri er ein dagur í forgørðum Tínum enn túsund aðrir; fyrr vil eg liggja við gáttina í húsi Guds míns enn búgva í gudloysistjøldum. |
|
12 | Tí Gud HARRIN er sól og skjøldur, HARRIN gevur náði og heiður; einki gott sýtir Hann teimum, sum liva í sakloysi. |
|
13 | HARRI Gud herskaranna, sælur er tann, ið lítur á Teg! |
|
|