Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 58
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Spill ikki! Eftir Dávid. Songur.
2 Halda tit nú, at tit við málloysi tykkara tala tað, ið rættvíst er, døma tað, ið beint er, tit menniskjabørn?
3 Nei, í hjartanum upphugsa tit tað, sum ónt er, í landinum viga tit út yvirgangsverk handa tykkara.
4 - Hini gudleysu eru líka úr móðurfangi farin av leið; tey, ið tala lygn, villast líka úr móðurlívi.
5 Eitur er í teimum sum ormaeitur, tey eru sum hin deyvi høggormurin, ið typpir oyrað
6 og lurtar ikki eftir ormatølaranum, honum, ið kønur er at gykla.
7 Gud, slá tenninar inn í munn teirra, sora jakslarnar í hinum ungu leyvum, HARRI!
8 Lat teir verða til einkis, sum vatn, ið rennur burtur! Leggur nakar pílarnar á bogan, so lat teir verða sum oddaleysar!
9 Lat teir verða sum snigil, ið loysist upp, meðan hann skríður, sum ófullborna fostur kvinnunnar, tað, ið ikki hevur sæð sólina!
10 Áðrenn pottar tykkara hava kent brennið, ja, mitt í lívsmegi teirra skal Hann ríva teir burt í vreiði Síni.
11 Hin rættvísi skal gleðast, tí hann sær hevnd; hann skal vaska sær um føturnar í blóði hins gudleysa.
12 Og menniskjuni skulu siga: "Hin rættvísi fær tó løn sína, ein Gud er tó, sum dømir á jørðini!"