Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 12
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir hinum áttanda. Sálmur. Eftir Dávid.
2 Frels, HARRI! Tí tey, ið óttast Gud, eru burtur, hini trúføstu millum menniskjabørnini eru horvin!
3 Tey tala lygn, hvør við næsta sín; við følskum vørrum, við tvísintum hjarta tala tey.
4 HARRIN oyði allar falskar varrar, tunguna, ið talar stór orð,
5 tey, sum siga: "Tunga okkara ger okkum sterk, varrar okkara eru við okkum - hvør er harri okkara!"
6 "Við tað at hini ørmu verða kúgað, við tað at hini fátæku suffa, skal Eg nú reisa Meg!" sigur HARRIN; "Eg skal lata tey fáa frelsu, sum stunda eftir henni!"
7 Orð HARRANS eru rein orð, lík hinum reina, sjey ferðir reinsaða silvuri.
8 Tú, HARRI, skalt varða tey, Tú skalt goyma hesi ætt tey í allar ævir.
9 Hini gudleysu sveima rundanum, táið skarn verður sett høgt millum menniskjabørnini.