Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 57
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Spill ikki! Eftir Dávid. Songur. Táið hann flýddi undan Saul og var í hellinum.
2 Ver mær náðigur, Gud, ver mær náðigur! Tí hjá Tær søkir sál mín sær skjól, í veingjaskugga Tínum søki eg mær lívd, inntil vanlukkan er av!
3 Eg rópi til Gud, hin hægsta, til tann Gud, sum fullførir verk Sítt fyri meg.
4 Hann sendir hjálp úr Himli og frelsir meg, táið eg verði háðaður av teimum, ið liggja mær eftir lívinum - sela - Gud sendir náði og trúfesti Sína.
5 Sál mín er mitt ímillum leyvur; eg má liggja millum teir, ið goysa eld, millum menniskju, ið hava spjót og pílar til tenn og hvast svørð til tungu.
6 - Vís Teg høgan yvir himli, Gud, dýrd Tín breiðist yvir alla jørðina!
7 Teir hava lagt net fyri føtur mínar - sál mín er niðurboygd; teir grava grøv framman fyri meg - men teir falla sjálvir í hana! - Sela.
8 Hjarta mítt er støðugt, Gud, hjarta mítt er støðugt, eg skal syngja og lovprísa!
9 Vakna, æra mín, vaknið, harpa og sitari - eg skal vekja morgunroðan!
10 Eg skal takka Tær, HARRI, millum fólkini, prísa Tær millum fólkasløgini!
11 Tí náði Tín er stór, líka til himmals, trúfesti Tín líka til skýggini.
12 - Vís Teg høgan yvir himli, Gud, dýrd Tín breiðist yvir alla jørðina!