Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 94
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Tú Hevndargud, HARRI, Tú Hevndargud, stíg fram í dýrd!
2 Reis Teg, Tú dómari jarðar, lat hini hugmóðigu fáa aftur tað, ið tey hava gjørt!
3 Hvussu leingi skulu gudleys, HARRI, hvussu leingi skulu gudleys frøa seg?
4 Tey goysa frek orð úr sær, tey fetta sær, øll, ið gera órætt.
5 Fólk Títt, HARRI, kúga tey, og arv Tín plága tey;
6 einkjuna og hin fremmanda drepa tey, faðirleys myrða tey.
7 Og tey siga: "HARRIN sær ikki, Gud Jákups aktar ikki eftir tí!"
8 Skiljið tó, tit býttlingar millum fólkið! Og tit dárar, nær fara tit at verða klókir?
9 Hann, ið plantaði oyrað, man Hann ikki hoyra! Hann, ið skapti eygað, man Hann ikki síggja!
10 Hann, ið tyktar heidningarnar, man Hann ikki straffa, Hann, sum gevur menniskjunum vit!
11 - HARRIN kennir tankar menniskjanna, Hann veit, at teir eru fáfongd.
12 Sælur er tann maður, ið Tú, HARRI, revsar og gevur lærdóm av lóg Tíni,
13 fyri at geva honum frið fyri óndum døgum, inntil grøv verður grivin hinum gudleysa.
14 Tí HARRIN vrakar ikki fólk Sítt og svíkur ikki arv Sín.
15 Nei, hin rættvísi fær rætt sín aftur, hvør sannhjartaður hevur framtíð.
16 Hvør reisir seg at verja meg móti hinum óndu? Hvør hjálpir mær móti teimum, ið gera órætt?
17 - Var ikki HARRIN hjálp mín, so búði skjótt sál mín í deyðatøgn!
18 Táið eg hugsaði: "Nú ekur fótur mín!" - tá styðjaði náði Tín meg, HARRI!
19 Táið hjarta mítt var fult av óttafullum hugsanum, lívgaði troyst Tín sál mína.
20 Manst Tú standa í sáttmála við dómstól spillunnar, har sum teir skapa órætt undir eiti av rætti!
21 Í flokkum taka teir seg saman móti sál hins rættvísa, og teir dómfella sakleyst blóð.
22 Men HARRIN verður mær borg, Gud mín verður mær skýlisklettur;
23 Hann letur órætt teirra koma aftur yvir teir, forkemur teimum fyri óndskap teirra, ja, HARRIN Gud okkara forkemur teimum!