1 | Sálmur. Eftir Asaf. Gud! Heidningar hava brotið seg inn í arv Tín, teir hava dálkað heilaga tempul Títt, teir hava gjørt Jerúsalem til grótrúgvur; |
|
2 | teir hava givið fuglum himmalsins lík tænara Tína at eta, hinum villu dýrum kjøtið av hinum heiløgu Tínum; |
|
3 | blóð teirra hava teir úthelt sum vatn rundan um Jerúsalem, og eingin var, sum jarðaði teir. |
|
4 | Grannum okkara eru vit vorðin til háð, teimum, ið rundan um okkum búgva, til spott og spæ. |
|
5 | Hvussu leingi fert Tú at vera illur, HARRI? - Í allar ævir? Hvussu leingi skal vreiði Tín loga sum eldur? |
|
6 | Hell út vreiði Tína yvir heidningarnar, ið ikki kenna Teg, yvir ríkini, ið ikki ákalla navn Títt! |
|
7 | Tí tey hava etið upp Jákup og lagt bústað hansara í oyði. |
|
8 | Tilrokna okkum ikki misgerðir forfedra okkara! Lat miskunn Tína snarliga koma ímóti okkum, tí vit eru ógvuliga illa stødd! |
|
9 | Hjálp okkum, Frelsugud okkara, fyri dýrdar navns Tíns skuld, fría okkum, fyrigev okkum syndir okkara fyri navns Tíns skuld! |
|
10 | Hví skulu heidningarnir siga: "Hvar er Gud teirra!" - Lat verða sannað fyri eygum okkara millum heidningarnar, at blóð tænara Tína, sum úthelt er, verður hevnt! |
|
11 | Lat suff hins bundna koma fyri ásjón Tína, lat eftir styrki arms Tíns børn deyðans sleppa at liva! |
|
12 | Lat sjeyfalda afturløning ráma grannar okkara, aftur fyri háðið, ið teir hava háðað Teg við, Harri! |
|
13 | Men vit, fólk Títt og fylgið, ið Tú røktar, vit skulu takka Tær í allar ævir, kunngera prís Títt mann eftir mann. |
|
|