Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 91
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Tann, ið situr í lívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda,
2 sigur við HARRAN: "Skjól mítt, borg mín, Gud mín, sum eg líti á!"
3 Tí Hann bjargar tær úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pesti;
4 við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.
5 Tú skalt ikki óttast náttaræðslurnar, ei pílin, ið flýgur um dagin,
6 ei pestin, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin.
7 Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;
8 tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.
9 "Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt" [sigur tú]. - Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;
10 teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.
11 Tí Hann gevur einglum Sínum boð um at varðveita teg á øllum vegum tínum;
12 teir skulu bera teg á hondum, so tú skalt ongum steini sláa fótin ímóti;
13 á leyvu og høggorm skalt tú traðka, trampa niður ungleyvur og drekar.
14 "Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt;
15 hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður;
16 við longum lívi skal Eg metta hann og lata hann skoða frelsu Mína."