Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 111
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Halleluja! Eg takki HARRANUM av øllum hjarta mínum í ráði og samkomu teirra, sum sannhjartað eru.
2 Stór eru verk HARRANS; øll, sum hava gleði sína í teimum, grunda á tey.
3 Stórleiki og dýrd eru verk Hansara, rættvísi Hansara stendur føst í allar ævir.
4 Hann hevur sett undrum Sínum minni; náðigur og miskunnsamur er HARRIN.
5 Hann hevur givið teimum føði, sum óttast Hann; í allar ævir minnist Hann sáttmála Sín.
6 Kraft verka Sína hevur Hann víst fólki Sínum, táið Hann gav teimum arv heidninganna.
7 Tað, ið hendur Hansara gera, er sannleiki og rættur; øll boð Hansara eru trúføst;
8 tey standa føst í allar ævir, tey eru gjørd í sannleika og rættvísi.
9 Hann hevur sent fólki Sínum endurloysing, Hann hevur skipað sáttmála Sín til ævigar tíðir; heilagt og øgiligt er navn Hansara.
10 Ótti fyri HARRANUM er upphav vísdóms; gott skil hevur hvør tann, ið ger eftir honum. - Prís Hansara varir í allar ævir.