Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 149
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Halleluja! - Syngið HARRANUM nýggjan song, prís Hansara í samkomu hinna heiløgu!
2 Ísrael skal gleðast í skapara sínum, børn Zions skulu frøast í kongi sínum.
3 Tey skulu lova navni Hansara við dansi, lovsyngja Honum við trummu og sitara.
4 Tí HARRIN hevur tokka til fólk Sítt, Hann prýðir hini eyðmjúku við frelsu.
5 Tey, sum óttast Gud, skulu frøast í dýrd, tey skulu rópa av gleði á legum sínum.
6 Lovsongur til Gud er í munni teirra, og tvíeggjað svørð í hond teirra
7 fyri at fullføra hevnd á heidningunum, straff á fólkasløgunum,
8 fyri at binda kongar teirra við leinkjum, stórmenn teirra við jarnketum,
9 fyri at fullføra fyriskrivaðan dóm á teimum. - Hetta er øllum hinum heiløgu Hansara heiður. - Halleluja!