Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 72
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Eftir Sálomo. Gud! Gev konginum dómar Tínar, kongasyninum rættferð Tína!
2 Hann skal døma fólk Títt við rættvísi og hini ørmu Tíni við rætti.
3 Tá bera fjøllini og heyggjarnir fólkinum frið í rættferð.
4 Hann skal fáa hinum ørmu av fólkinum rætt; Hann skal frelsa børn hins fátæka og sláa niður kúgaran.
5 Tey skulu óttast Teg, so leingi sum sólin lýsir, og mánin skínur, mann eftir mann.
6 Hann skal koma niður sum regn á nýslignan bø, sum skúrur, ið vætir jørðina.
7 Á døgum Hansara skal hin rættvísi blóma, og djúpur friður skal ráða, inntil mánin er ikki til longur.
8 Frá havi til hav skal Hann ráða, frá ánni at endum jarðarinnar.
9 Teir, ið búgva í oyðimørkini, skulu boyggja knæ fyri Honum, og fíggindar Hansara skulu sleikja dust.
10 Kongarnir úr Tarsis og oyggjunum skulu bera fram gávur, kongarnir úr Sjeba og Seba skulu koma við skatti.
11 Allir kongar skulu falla niður fyri Honum, øll fólkasløg skulu tæna Honum.
12 Tí Hann skal frelsa hin fátæka, ið rópar, hin arma, ið ongan hjálparmann hevur.
13 Honum skal tykjast synd í tí, sum lítið hevur at týða og fátækur er, og sálir hinna fátæku skal Hann frelsa.
14 Hann skal fría sálir teirra frá órætti og yvirgangi; blóð teirra skal vera dýrt í eygum Hansara.
15 Hann skal liva, og gull úr Sjeba skal verða Honum givið; altíð skulu tey biðja fyri Honum, signa Hann allan dagin.
16 Korn skal vera í yvirflóð í landinum, á fjallatindunum; sum Libanon skal grøði tess súsa, og fólk skal spretta upp í býunum sum grasið á jørðini.
17 Signað veri navn Hansara í allar ævir! Navn hansara skal liva, so leingi sum sólin skínur; og í Honum skulu tey signa seg, allar tjóðir skulu prísa Hann sælan.
18 Lovaður veri Gud HARRIN, Gud Ísraels, Hann, sum eina ger undurverk!
19 Og lovað veri dýra navn Hansara í allar ævir! - Øll jørðin skal verða full av dýrd Hansara. Amen, amen!
20 Her enda bønir Dávids, sonar Ísai.