Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 74
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Songur. Eftir Asaf. Hví, Gud, hevur Tú so heilt koyrt okkum frá Tær? Hví rýkur vreiði Tín móti fylginum, ið Tú røktar?
2 Minst samkomu Tína, sum Tú vanst Tær í forðum, sum Tú loysti út at vera arvaætt Tína, Zionsfjall, sum Tú býrt á!
3 Stíg upp til hinar ævigu toftir! Øllum hevur fíggindin forkomið í halgidóminum.
4 Fíggindar Tínir hava brølað mitt í samkomuhúsi Tínum, teir hava sett merki síni upp til merki.
5 Tað var sjón, sum táið øksir verða lyftar í tjúkka skóginum.
6 Og nú - alt útskorið, ið har var, soraðu teir sundur við øks og sleggju.
7 Á halgidóm Tín settu teir eld; líka í grund hava teir vanhalgað bústað navns Tíns.
8 Teir hava sagt í hjartanum: "Vit skulu forkoma teimum øllum somlum!" - Teir hava brent øll samkomuhús Guds í landinum.
9 Merki okkara, tey síggja vit ikki; eingin profetur er longur; her er eingin, ið veit, hvussu leingi hetta verður.
10 Hvussu leingi, Gud, skal mótstøðumaðurin háða, fíggindin vanvirða navn Títt? - Í allar ævir?
11 Hví heldur Tú hond Tíni aftur, høgru hond Tíni? Tak hana úr barminum og forkom teimum!
12 Gud er tó kongur mín frá fornum tíðum, Hann, sum skapir frelsu á jørðini.
13 Tú vart tann, ið kleyv havið við veldi, Tú soraði høvd drekanna á vatninum.
14 Tú soraði høvd Livjatans, Tú lætst fólkið í oyðimørkini fáa hann til føði.
15 Keldu og løk lætst Tú springa upp, ævigar streymar lætst Tú torna upp.
16 Tín er dagurin, Tín er náttin við, Tú hevur skapt ljósið og sólina.
17 Tú hevur sett jørðini øll mark hennara; summar og vetur hevur Tú gjørt.
18 Minst hetta: Fíggindin hevur háðað HARRAN, fólk av dárum hevur vanvirt navn Títt!
19 Gev ikki villdýrinum sál turtildúvu Tínar, gloym ikki í allar ævir lívið í hinum ørmu Tínum!
20 Minst sáttmálan! Tí hini myrku støð landsins eru full av yvirgangsbústøðum.
21 Lat ikki hin kúgaða venda aftur við skomm, lat hin arma og fátæka lova navni Tínum!
22 Reis Teg, Gud, barst fyri søk Tína, minst til, at Tú verður háðaður av dáranum líðilangan dagin!
23 Lat ikki róp fígginda Tína óansað, gangin frá mótstøðumonnum Tínum, sum aldri helmar í!