1 | Við áirnar í Bábel, har sótu vit og grótu, táið vit mintust Zion. |
| 2 | Á pílatrøini, ið har vóru, hongdu vit hørpur okkara. |
| 3 | Tí teir, ið hildu okkum fangað, vildu hava okkum at syngja har; teir, ið kúgaðu okkum, vildu hava okkum at vera glað: "Syngið songir Zions fyri okkum!" |
| 4 | - Hvussu kunnu vit syngja songir HARRANS í fremmandum landi! |
| 5 | Gloymi eg teg, Jerúsalem, so visni høgra hond mín! |
| 6 | Tunga mín loði føst í gómunum, um eg minnist ikki teg, um eg seti ikki Jerúsalem hægri enn bestu gleði mína! |
| 7 | HARRI, minst børnum Edoms dag Jerúsalems, teimum, ið róptu: "Rívið niður, rívið niður, líka í grund!" |
| 8 | Dóttir Bábels, oyðari tín! Sælur er tann, ið lønir tær gerðina, ið tú gjørdi okkum! |
| 9 | Sælur er tann, ið tekur speðbørn tíni og sorar tey móti klettinum! |
| |
|