Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 143
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Sálmur. Eftir Dávid. HARRI, hoyr bøn mína, vend oyrað til hjartans bønir mínar, svara mær í trúfesti Tíni, í rættferð Tíni!
2 Og far ikki til dóms við tænara Tínum, tí fyri Tær er eingin, sum livir, rættvísur!
3 Tí fíggindin hevur elt sál mína, hann hevur traðkað lív mítt niður í dustið, lagt meg í myrkur sum tey, ið langt síðani eru deyð.
4 Og andi mín ørmaktast í mær, hjartað stívnar í brósti mínum.
5 Eg minnist farnar dagar, hugsi um øll verk Tíni, grundi á handaverk Títt.
6 Eg breiði út hendurnar móti Tær; sum tyst land tráar sál mín eftir Tær. - Sela.
7 Ver skjótur at svara mær, HARRI, andi mín tærist burtur! Fjal ikki andlitið fyri mær, so eg verði líkur teimum, sum fara niður í grøvina!
8 Lat meg árla hoyra náði Tína, tí eg líti á Teg! Lær meg vegin, ið eg skal ganga, tí eg lyfti sál míni til Tín!
9 Bjarga mær frá fíggindum mínum, HARRI, tí hjá Tær søki eg mær lívd!
10 Lær meg at gera vilja Tín, tí Tú ert Gud mín, lat góða Anda Tín leiða meg hin slætta vegin!
11 HARRI, halt mær á lívi fyri navns Tíns skuld, leið í rættvísi Tíni sál mína út úr neyðini!
12 Oyð í náði Tíni allar fíggindar mínar, forkom øllum teimum, ið volda sál míni trongd - tí eg eri tænari Tín!