Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 83
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Songur. Sálmur. Eftir Asaf.
2 Gud, ver ikki tigandi! Ver ikki stillur og halt Teg ikki kvirran, Gud!
3 Tí Tú sært, at fíggindar Tínir gera óljóð; teir, ið hata Teg, lyfta høvdinum.
4 Móti fólki Tínum leggja teir loynilig svikaráð; teir ganga saman í ráð móti teimum, ið Tú verjir;
5 teir siga: "Komið, latið okkum beina fyri teimum, so tey eru ikki eitt fólk longur! Eingin skal aftur minnast navn Ísraels!"
6 Ja, í felagsskapi leggja teir ráð og gera sáttmála móti Tær,
7 tjøld Edoms og Ísmaelitar, Móab og Hagritar,
8 Gebal, Ammon, Amalek, Filistaraland saman við teimum, sum búgva í Týrus;
9 Assur við er farin í lag við teimum, teir eru vorðnir børnum Lots ein armur. - Sela.
10 Ger við teir sum við Midjan, sum við Sisera, sum við Jabin við Kisonsløk!
11 Teir vórðu oyddir við En-Dor, vórðu tøð á markini.
12 Lat gangast teimum, fremstu monnum teirra, sum Oreb og Ze’eb, øllum høvdingum teirra sum Zeba og Zalmunna,
13 teimum, ið siga: "Latið okkum taka okkum bústaðir Guds í ogn!"
14 - Gud mín, lat teir verða sum leyvið, ið fýkur, sum dumbu fyri vindinum!
15 Sum eldur brennir skóg, og sum login ger fjøllini til bál,
16 rek Tú teir soleiðis við stormi Tínum, ræð teir við harðveðri Tínum!
17 Fyll andlit teirra við skomm, so teir søkja navn Títt, HARRI!
18 Lat teir verða til skammar og ræðast til ævigar tíðir, lat teir verða til spott og ganga til grundar!
19 Lat teir sanna, at eingin uttan Tú eitur HARRIN, hin hægsti yvir allari jørðini!