Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 25
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Eftir Dávid. Til Tín, HARRI, lyfti eg sál mína!
2 Gud mín, á Teg líti eg; lat meg ikki verða til skammar, lat ikki fíggindar mínar gleðast yvir mær!
3 Nei, eingin verður til skammar, sum bíðar eftir Tær - tey verða til skammar, sum uttan grund eru trúleys.
4 Lat meg kenna vegir Tínar, HARRI, lær meg leiðir Tínar,
5 leið meg í sannleika Tínum og lær meg! Tí Tú ert Gud frelsu mínar; eftir Tær bíði eg allan dagin.
6 HARRI, minst miskunn og náði Tína, tí tær hava verið frá ævigum tíðum!
7 Minst ikki ungdómssyndir mínar og misbrot míni, men hugsa um meg eftir náði Tíni, og fyri tað at Tú ert so góður, HARRI!
8 Góður og sannhjartaður er HARRIN; tí lærir Hann syndarar vegin.
9 Hann leiðir hini eyðmjúku í tað, sum beint er, og lærir hini eyðmjúku veg Sín.
10 Allir vegir HARRANS eru teimum náði og trúfesti, sum halda sáttmála Hansara og vitnisburð Hansara.
11 Fyri navns Tíns skuld, HARRI, fyrigev mær misbrot mítt - tí tað er stórt!
12 Hvør er tann, ið óttast HARRAN? Honum vísir Hann vegin, ið hann skal velja.
13 Sál hansara skal altíð liva í lukku, og avkom hansara skal fáa landið í ogn.
14 Sum vinur við vin umgongst HARRIN tey, ið óttast Hann, og sáttmáli Hansara skal verða teimum kunngjørdur.
15 Eyga mítt er altíð vent til HARRAN; tí Hann loysir føtur mínar úr snerruni.
16 Vend Tær til mín og vís mær náði, tí eg eri einsligur og armur!
17 Angist hjarta míns hava teir gjørt stóra - leið meg út úr neyðini!
18 Vend eyganum á trongd og møði mína, og fyrigev mær allar syndir mínar!
19 Hygg fíggindar mínir, hvussu nógvir teir eru, og hvussu teir hata meg við ógrundaðum hatri!
20 Verj sál mína og bjarga mær, lat meg ikki verða til skammar - eg søki mær skjól hjá Tær!
21 Lat sakloysi og sannleika hjartans varða meg, tí eg bíði eftir Tær!
22 Gud, loys Ísrael úr allari neyðini!