1 | Til songmeistaran. Eftir synir Kora. Songur. |
|
2 | Gud, vit hava hoyrt tað við okkara egnu oyrum, fedrar okkara hava sagt okkum tað, verkið, ið Tú gjørdi á døgum teirra, í forðum: |
|
3 | Tú rakst burt heidningarnar við hond Tíni, men tey plantaði Tú, fólkasløg týndi Tú, men tey lætst Tú breiða seg; |
|
4 | tí ikki var tað við svørðinum, tey fingu landið í ogn, ikki var tað armur teirra, ið gav teimum sigur, nei, tað var høgra hond Tín, armur Tín og ljós andlits Tíns - tí Tú hevði tey kær. |
|
5 | Tú, Tú ert kongur mín, Gud mín, sum sendir Jákupi sigur. |
|
6 | Við Tær stinga vit fíggindan niður, í navni Tínum traðka vit niður teir, sum reisa seg móti okkum. |
|
7 | Tí tað er ikki boga mín, eg líti á, svørð mítt gevur mær ongan sigur; |
|
8 | nei, Tú hevur givið okkum sigur yvir fíggindum okkara, og teir, ið hata okkum, letur Tú verða til skammar. |
|
9 | Av Gudi rósa vit okkum allan dagin, navni Tínum lova vit í allar ævir. - Sela. |
|
10 | Og tó hevur Tú nú kastað okkum frá Tær, gjørt okkum til spott, Tú fert ikki út við herum okkara! |
|
11 | Tú letur okkum víkja fyri fíggindanum, teir, ið hata okkum, taka sær fong! |
|
12 | Tú hevur givið okkum til at verða etin sum seyð, og spjatt okkum millum fólkini; |
|
13 | fyri einki hevur Tú selt fólk Títt - ikki vart Tú ríkur av søluni! |
|
14 | Tú gert okkum grannum okkara til háð, teimum til spott og spæ, sum rundan um okkum búgva; |
|
15 | Tú gert okkum til orðtak millum fólkini, letur fólkasløgini rista við høvdinum eftir okkum. |
|
16 | Allan dagin er skemd mín fyri eygum mínum, skomm fjalir andlit mítt |
|
17 | - táið eg hoyri spottaran og háðaran, táið eg síggi fíggindan og hin hevnisama. |
|
18 | Alt hetta kom á okkum, tóat vit ikki gloymdu Teg og ikki sviku sáttmála Tín; |
|
19 | hjarta okkara veik ikki frá Tær, og stig okkara viku ikki út av leið Tíni |
|
20 | - so Tú skuldi sora okkum sundur, har sum sjakalar búgva, og breiða deyðaskugga út yvir okkum. |
|
21 | Høvdu vit gloymt navn Guds okkara, breitt út hendurnar móti fremmandum Gudi |
|
22 | - hevði Gud tá ikki komið eftir tí! Hann kennir jú loyniligu hugsanir hjartans! |
|
23 | Nei, fyri Tína skuld verða vit dripin allan dagin, vit eru roknað sum skurðseyður! |
|
24 | Vakna! Hví svevur Tú, Harri? Vakna, kasta okkum ikki frá Tær í allar ævir! |
|
25 | Hví fjalir Tú ásjón Tína, hví gloymir Tú armóð og trongd okkara? |
|
26 | Sál okkara liggur boygd í dustið, og likam okkara loðar við jørðina. |
|
27 | Reis Teg og kom okkum til hjálpar, frels okkum, fyri náði Tínar skuld! |
|
|