Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 21
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.
2 HARRI, kongurin gleðist um veldi Títt - hvussu stórliga frøist hann ikki um frelsu Tína!
3 Tað, ið hjarta hansara ynskti sær, gavst Tú honum; tað, ið varrar hansara bóðu um, sýtti Tú honum ikki. - Sela.
4 Við signing og lukku komst Tú ímóti honum, setti krúnu av gulli á høvd hansara.
5 Hann bað Teg um lív; Tú gavst honum tað, langt lív, í aldur og allar ævir.
6 Mikil er heiður hansara við frelsu Tíni; stórleika og dýrd leggur Tú á hann.
7 Ja, Tú letur hann verða til signing í allar ævir, Tú frøir hann við gleði fyri ásjón Tíni.
8 Tí kongurin lítur á HARRAN, og við náði hins Hægsta skal hann ikki vikast.
9 Hond Tín skal finna allar fíggindar Tínar, høgra hond Tín skal ráma allar teir, ið hata Teg.
10 Tú skalt gera teir sum gløðandi ovn, táið Tú vísir ásjón Tína, HARRIN skal gloypa teimum í vreiði Síni, eldur skal oyða teir!
11 Tú skalt týna ávøkst teirra av jørðini, avkom teirra millum menniskjabørnini.
12 Tí Tær royna teir at volda ilt, teir hava upphugsað ónd ráð - men teir skulu einki vera mentir!
13 Nei, Tú gert, at teir flýggja; við boga Tínum miðar Tú á andlit teirra.
14 Reis Teg, HARRI, í veldi Tínum! Vit skulu syngja um stórverk Títt og prísa tí!