Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 42
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Songur. Eftir synir Kora.
2 Sum hjørturin tráar eftir rennandi vatni, so tráar sál mín eftir Tær, Gud!
3 Sál mín tystir eftir Gudi, hinum livandi Gudi; nær skal eg sleppa at stíga inn fyri ásjón Guds?
4 Tár míni eru matur mín dag og nátt, av tí at í heilum verður sagt við meg: "Hvar er Gud tín!"
5 Hetta má eg minnast, og úthella sál mína í mær: Hvussu eg í skaranum fór til hús Guds við gleðirópum og lovsongi - í hátíðarskaranum.
6 Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær? Bíða eftir Gudi! Tí eg skal aftur kunna takka Honum fyri frelsu frá ásjón Hansara!
7 Gud mín! Sál mín er niðurboygd í mær, tí minnist eg Teg, úr Jordanslandi og av Hermonshæddum, av Lítla Fjalli.
8 Djúp rópar á djúp, táið fossar Tínir duna; alt brim Títt og allar bylgjur Tínar leggja yvir meg.
9 Um dagin sendir HARRIN náði Sína, og um náttina er songur Hansara hjá mær, bøn til Gud lívs míns.
10 - Eg má siga við Gud, klett mín: Hví hevur Tú gloymt meg? Hví skal eg ganga sorgarbundin, kúgaður av fíggindum?
11 Tað er, sum hvørt bein í mær varð sundursorað, táið fíggindarnir háða meg, táið teir samt og javnt siga við meg: "Hvar er Gud tín!"
12 - Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær? Bíða eftir Gudi! Tí eg skal aftur kunna takka Honum, frelsu andlits míns og Gudi mínum!