Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 34
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Eftir Dávid. Táið hann lætst óður fyri Abimelek, so hann rak hann frá sær, og hann fór avstað.
2 Eg skal lova HARRANUM altíð, prís Hansara skal altíð vera mær á munni.
3 Sál mín skal rósa sær av HARRANUM; hini eyðmjúku skulu hoyra tað og gleðast.
4 Gerið HARRAN stóran saman við mær, latið okkum saman seta navn Hansara høgt!
5 Eg søkti HARRAN, og Hann svaraði mær og fríaði meg frá øllum, ið eg ræddist.
6 Tey hugdu upp til Hansara - og lýstu av gleði, og andlit teirra rodnaðu aldri av skomm.
7 Her er ein armur, ið rópti; og HARRIN hoyrdi og frelsti hann úr allari neyð hansara.
8 Eingil HARRANS tekur støðu rundan um tey, ið óttast Hann, og fríar tey út.
9 Smakkið, og síggið, at HARRIN er góður! Sælur er tann maður, ið søkir sær skjól hjá Honum.
10 Óttist HARRAN, tit heiløgu Hansara, tí einki fattast teimum, ið óttast Hann!
11 Ungar leyvur líða neyð og svølta, men teimum, ið søkja HARRAN, fattast einki gott.
12 Komið higar, børn, lurtið eftir mær, eg skal læra tykkum ótta HARRANS!
13 Hvør er tann maður, ið tráar eftir lívi, sum ynskir sær dagar at síggja lukku?
14 - Halt tungu tína frá illum og varrar tínar frá at tala svik,
15 halt teg frá illum og ger gott, søk frið og stevn eftir honum!
16 Eygu HARRANS eru vend til hini rættvísu, og oyru Hansara til róp teirra.
17 Men ásjón HARRANS er ímóti teimum, sum gera ilt, til at strika út minnið um tey á jørðini.
18 Táið hini rættvísu rópa, hoyrir HARRIN og bjargar teimum úr allari neyð teirra.
19 HARRIN er teimum nær, sum hava sundurbrotið hjarta, Hann frelsir tey, sum hava sundursoraðan anda.
20 Mangar eru vanlukkur hins rættvísa, men HARRIN bjargar honum úr teimum øllum;
21 Hann varðveitir øll bein hansara, ikki eitt verður brotið.
22 Vanlukka drepur hin gudleysa, og tey, sum hata hin rættvísa, skulu verða dømd sek.
23 Men sál tænara Sína loysir HARRIN út, og eingin, ið lítur á Hann, verður dømdur sekur.