Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 145
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Lovsongur. Eftir Dávid. Eg skal seta Teg høgt, Gud mín, kongur mín! Í allar ævir og altíð lovi eg navni Tínum.
2 Dag eftir dag lovi eg Tær; í allar ævir og altíð prísi eg navni Tínum.
3 Stórur og hálovaður er HARRIN, stórleiki Hansara er órannsakandi.
4 Eitt ættarliðið fyri og annað eftir lovprísar verkum Tínum, kunnger veldigu verk Tíni.
5 Dýrd og heiður hátignar Tínar og undurverk Tíni grundi eg á.
6 Um sterku og øgiligu verk Tíni skulu tey tala, og um stórverk Tíni skal eg vitna;
7 tey minna um ríku miskunn Tína og syngja av gleði um rættvísi Tína.
8 Náðigur og miskunnsamur er HARRIN, langmóðigur og ríkur í miskunn.
9 HARRIN er øllum góður og ger miskunn móti øllum, ið Hann hevur skapt.
10 Øll verk Tíni takka Tær, HARRI, og hini heiløgu Tíni lova Tær.
11 Tey bera boð um heiður ríkis Tíns og tala um veldi Títt,
12 fyri at kunngera menniskjabørnunum veldigu verk Tíni og dýrd og heiður ríkis Tíns.
13 Ríki Títt stendur í allar ævir, og harradømi Títt varir mann eftir mann.
14 HARRIN styðjar øll tey, ið falla, Hann reisir upp øll niðurboygd.
15 Øll venda bíðandi eygunum móti Tær, Tú gevur teimum føðina í rættari tíð;
16 Tú letur upp hond Tína og mettar alt livandi við tí, sum tað ynskir sær.
17 Rættvísur er HARRIN á øllum leiðum Sínum, náðigur í øllum verkum Sínum.
18 Nær er HARRIN øllum, ið á Hann kalla, øllum, ið kalla á Hann av sonnum.
19 Hann ger teimum eftir ynski, sum óttast Hann, Hann hoyrir róp teirra og frelsir tey.
20 HARRIN varðar øll tey, sum elska Hann, men øllum gudleysum forkemur Hann.
21 - Muður mín skal bera fram prís HARRANS, og alt hold skal lova heilaga navni Hansara í allar ævir og altíð.