Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 80
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir liljum. Vitnisburður. Eftir Asaf. Sálmur.
2 Lurta eftir, Tú hirði Ísraels, Tú, ið leiðir Jósef sum fylgi! Tú, sum situr uppi yvir kerúbunum, opinbera Teg í dýrd!
3 Vek upp veldi Títt at ganga undan Efra’im, Benjamin og Manasse, og kom okkum til hjálpar!
4 Gud, hjálp okkum aftur á føtur, lat andlit Títt lýsa, so verða vit frelst!
5 HARRI Gud, Gud herskaranna, hvussu leingi fert Tú at vera vreiður, tó at fólk Títt biður?
6 Tú hevur givið okkum tárabreyð at eta og tár at drekka í floytifullum máli.
7 Tú hevur gjørt okkum grannum okkara til trætievni, fíggindar okkara háða okkum.
8 Gud, Gud herskaranna, hjálp okkum aftur á føtur, lat andlit Títt lýsa, so verða vit frelst!
9 Víntræ flutti Tú úr Egyptalandi, Tú rakst burt heidningar og plantaði tað;
10 Tú ruddaði tí stað, og tað festi røtur og fylti landið;
11 fjøll vórðu fjald av skugga tess, sedristrø Guds av greinum tess;
12 tað strekti greinar sínar líka at havinum, kvistar sínar at ánni.
13 - Hví hevur Tú rivið niður garðarnar um tað, so hvør ferðamaður hentar av tí?
14 Svínið úr skóginum gnagar tað, dýrini á markini eta tað upp.
15 - Gud, Gud herskaranna, kom aftur, hygg niður av himli og síggj, tak Tær av hesum víntræi,
16 av tí, ið høgra hond Tín hevur plantað, syninum, ið Tú hevur útvalt Tær!
17 Tað er brent í eldi, tað er umhøgt; av hóttan andlits Tíns ganga tey til grundar.
18 Halt hond Tína yvir manninum, ið er við høgru hond Tína, yvir menniskjasyninum, ið Tú hevur útvalt Tær!
19 So víkja vit ikki frá Tær; ger okkum livandi aftur, so ákalla vit navn Títt!
20 HARRI Gud, Gud herskaranna, hjálp okkum aftur á føtur, lat andlit Títt lýsa, so verða vit frelst!