Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 5
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Til nehilot. Sálmur. Eftir Dávid.
2 Vend oyranum til orð míni, HARRI, akta eftir suffi mínum,
3 lýð á neyðarróp mítt, kongur mín og Gud mín, tí til Tín biði eg!
4 HARRI, um morgunin hoyri Tú rødd mína, um morgunin leggi eg mál mítt fram fyri Teg - og bíði!
5 Tí ikki ert Tú tann Gud, sum líkar gudloysi; hin óndi sleppur ikki at búgva hjá Tær.
6 Hugmóðig verða ikki standandi fyri eygum Tínum; Tú hatar øll tey, ið gera órætt.
7 Tú letur tey, ið tala lygn, ganga til grundar; blóðdálkaður, falskur maður er HARRANUM andstygd.
8 Men eg sleppi av stóru miskunn Tíni inn í hús Títt, eg sleppi í ótta fyri Tær at tilbiðja, vendur móti heilaga templi Tínum.
9 HARRI, leið meg í rættvísi Tíni, fyri teirra skuld, sum eru eftir mær, ger veg Tín slættan fyri mær!
10 Tí sannleiki er ikki í munni teirra, hjarta teirra er avgrund, barki teirra opin grøv; tungu sína gera teir hála.
11 Døm teir sekar, Gud, lat teir falla fyri egnum svikaráðum, stoyt teimum oman fyri hinar mongu misgerðir teirra - teir standa jú Tær ímóti!
12 Men lat øll tey gleðast, sum søkja sær skjól hjá Tær, lat tey í allar ævir fegnast, tí Tú verjir tey, og lat tey, sum elska navn Títt, frøast í Tær!
13 Tí Tú signar hin rættvísa, HARRI, Tú heldur náði Tína sum skjøld fyri hann!