Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 31
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.
2 HARRI, hjá Tær søki eg mær skjól! Lat meg aldri í allar ævir verða til skammar, frels meg við rættferð Tíni!
3 Boygg oyra Títt til mín, ver skjótur at bjarga mær, ver mær fastur klettur, borg, mær til frelsu!
4 Tí Tú ert klettur mín og borg mín, og fyri navns Tíns skuld skalt Tú leiða og føra meg.
5 Tú skalt draga meg úr garninum, ið teir hava sett fyri meg, tí Tú ert verja mín.
6 Í hond Tína gevi eg anda mín; Tú loysir meg út, HARRI, Tú trúfasti Gud!
7 Eg hati tey, ið halda seg til tómar avgudar, men eg, eg líti á HARRAN.
8 Eg skal frøast og vera glaður um náði Tína, at Tú hevur sæð trongd mína, at Tú hevur tikið Tær av sál míni í neyðini;
9 Tú gavst meg ikki í fíggindahendur, Tú setti føtur mínar á rúmt stað.
10 Ver mær náðigur, HARRI, tí eg eri í neyð, eyga mítt tærist burtur av sorg, ja, bæði sál mín og likam mítt!
11 Tí lív mítt fer avstað - í sorg, og ár míni - í suffum; misgerð mín hevur volt, at kraft mín er farin, og bein míni eru tærd burtur.
12 Eg eri vorðin øllum fíggindum mínum til háð, ja, øllum grannum mínum til størsta spott; tey, ið kenna meg, ræðast meg; tey, ið síggja meg á vegnum, flýggja undan mær.
13 Eg eri gloymdur og farin teimum úr huga - sum deyður; eg eri vorðin sum sundurbrotið ílat.
14 Tí mong hoyri eg baktala meg, ræðsla er frá øllum síðum, táið teir leggja upp ráð móti mær, lúra eftir at taka lív mítt.
15 Men eg, eg líti á Teg, HARRI, eg sigi: Tú ert Gud mín!
16 Í hond Tíni eru tíðir mínar; bjarga mær av fíggindahondum, frá teimum, ið liggja eftir mær,
17 lat andlit Títt lýsa yvir tænara Tín, frels meg við náði Tíni!
18 Lat meg ikki verða til skammar, HARRI, tí eg rópi til Tín - lat hini gudleysu verða til skammar, søkka tigandi í deyðan,
19 lat hinar følsku varrar verða málleysar, tær, ið frekt tala móti hinum rættvísa, við hugmóði og vanvirðing!
20 Hvussu stór er ikki góðska Tín, sum Tú goymir teimum, ið Teg óttast, sum Tú, fyri eygum menniskjabarnanna, vísir teimum, ið søkja sær skjól hjá Tær!
21 Tú fjalir tey í skjóli andlits Tíns fyri svikaráðum manna, Tú goymir tey í tjaldi Tínum móti tunguálopum.
22 Lovaður veri HARRIN, tí undurfult hevur Hann víst mær náði Sína í fastari borg!
23 Og eg, sum í angist míni segði: "Eg eri rivin burt frá eygum Tínum!" - Tó hoyrdi Tú bønandi rødd mína, táið eg rópti til Tín.
24 Elskið HARRAN, øll tit heiløgu Hansara! HARRIN heldur hondina yvir hinum trúføstu, men teimum, sum halda fram í hugmóði, lønir Hann mangar ferðir.
25 Verið hugreyst, hjarta tykkara veri sterkt, øll tit, ið bíða eftir HARRANUM!