Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 51
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.
2 Ta ferðina ið Natan kom til hansara, eftir at hann hevði verið inni hjá Batsebu.
3 Gud, ver mær náðigur eftir góðsku Tíni, strika út brot míni eftir stóru miskunn Tíni!
4 Tváa meg heilt reinan frá skyld míni, reinsa meg frá synd míni!
5 Tí eg kenni misbrot míni, og synd mín er mær altíð fyri eyga.
6 Móti Tær er tað, eg havi syndað, eina móti Tær, og tað, sum ónt er í eygum Tínum, havi eg gjørt - fyri at Tú skalt standa rættvísur, táið Tú talar, vera reinur, táið Tú dømir.
7 Tú sært, eg eri føddur í misgerð, og í synd varð eg til í móðurlívi.
8 Tú elskar jú sannleik innast í hjartanum - so lær meg tá vísdóm í hjartadýpinum!
9 Reinsa meg við isopi frá synd, so eg verði reinur, tváa meg, so eg verði hvítari enn kavi!
10 Ger, at eg fái at hoyra frøi og gleði, lat beinini, ið Tú hevur sorað sundur, fegnast!
11 Fjal ásjón Tína fyri syndum mínum, og strika út allar misgerðir mínar!
12 Gud, skap í mær reint hjarta, og gev av nýggjum støðugan anda innan í mær!
13 Kasta meg ikki burtur frá ásjón Tíni, og tak ikki Heilaga Anda Tín frá mær!
14 Gev mær aftur at gleðast um frelsu Tína, og halt mær uppi við fúsum anda!
15 So skal eg læra misbrotsmenn vegir Tínar, og syndarar skulu venda við til Tín!
16 Fría meg frá blóðskyld, Gud, Frelsugud mín - so skal tunga mín fegnast um rættferð Tína!
17 Harri, lat upp varrar mínar - so skal muður mín kunngera prís Títt!
18 Tí Tær líkar ikki sláturoffur - annars hevði eg givið Tær tað - brenniofrum tekur Tú ikki við;
19 offur til Gud er sundurbrotin andi; sundurbrotið, sundursorað hjarta vanvirðir Tú ikki, Gud!
20 Ger í náði Tíni væl við Zion, bygg upp múrar Jerúsalems!
21 Tá skal Tær toknast røtt offur, brennioffur og heiloffur, tá skulu tarvar verða ofraðir á altari Tínum.