Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 62
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Til jedutun. Sálmur. Eftir Dávid.
2 Eina fyri Gudi er sál mín still; frá Honum kemur frelsa mín.
3 Eina Hann er klettur mín og frelsa mín, borg mín; eg skal ikki vikast nógv.
4 Hvussu leingi ætla tit allir at herja á ein mann, bróta hann niður sum hallandi múr, sum vegg, ið stendur á lopi?
5 Alt, ið teir ráðleggja um, er at stoyta honum úr stórleika hansara; teir elska lygn; við munninum signa teir, men í hjartanum banna teir. - Sela.
6 Ver still, sál mín - eina hjá Gudi, tí frá Honum kemur vón mín!
7 Eina Hann er klettur mín og frelsa mín, borg mín; eg skal ikki vikast.
8 Hjá Gudi er hjálp mín og æra mín; sterki klettur mín, skjól mítt er í Gudi.
9 Lítið á Hann altíð, tit fólkini, hellið út hjarta tykkara fyri Honum! Gud er skjól okkara. - Sela.
10 Berur tómleiki eru menniskju, lygn eru mannasynirnir; vektskálin fer upp við teimum, teir eru tómleiki, allir sum teir eru!
11 Lítið ikki á rán, setið ikki tóma vón á rænt góðs! Um ríkdómurin veksur - setið ikki hjartað til tað!
12 Eina ferð hevur Gud sagt, ja, tvær ferðir havi eg hoyrt hetta - at styrkin er Guds.
13 Og náði er hjá Tær, Harri, tí Tú lønir einum og hvørjum eftir verkum hansara!