Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 78
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Songur. Eftir Asaf. Lurta eftir læru míni, fólk mítt, boyggið oyru tykkara til orð muns míns!
2 Eg lati upp munnin við fyrndarorðum, seti fram gátur frá gomlum tíðum.
3 Tað, ið vit hava hoyrt og vita, tað, ið fedrar okkara hava sagt okkum,
4 dylja vit ikki fyri børnum teirra, men siga hinum komandi ættarliði frá heiður og veldi HARRANS og frá undrunum, ið Hann hevur gjørt.
5 Hann hevur í Jákupi reist vitnisburð og givið lóg í Ísrael, sum Hann segði við fedrar okkara, at teir skuldu lata børn síni vita,
6 so at komandi ættarlið kundi kenna tað, og børn, ið fødd skuldu verða, kundu stíga fram og siga børnum sínum frá tí
7 og seta vón sína á Gud og ikki gloyma verk Guds, men halda boð Hansara,
8 og ikki bregða til fedrarnar, sum vóru ólýðin ætt, ið setti seg ímóti Gudi, ætt, ið ikki gjørdi hjarta sítt fast, men sum í anda sínum var Gudi ótrúgv.
9 Børn Efra’ims, hinir vápnaðu bogamenn, hildu undan orrustudagin;
10 teir hildu ikki sáttmála Guds og sýttu at fylgja lóg Hansara;
11 verk Hansara gloymdu teir, undrini, ið Hann hevði latið teir sæð.
12 Fyri eygum fedra teirra hevði Hann gjørt undur í Egyptalandi, á Zoansmark.
13 Hann kleyv havið og leiddi tey yvirum, læt vatnið standa sum vegg;
14 Hann leiddi tey við skýnum um dagin, við eldskini alla náttina.
15 Hann kleyv klettar í oyðimørkini og gav teimum ríkliga at drekka sum av stórum streymum;
16 Hann læt løkir renna út úr klettinum og vatn renna niður sum stórar áir.
17 Men tey syndaðu móti Honum við sama lagi og stóðu hinum Hægsta ímóti í oyðimørkini;
18 Í hjartanum freistaðu tey Gud og kravdu mat, eftir sum tey lysti;
19 tey talaðu móti Gudi og søgdu: "Er Gud mentur at borðreiða í oyðimørk!
20 Klettin sló Hann, so vatn rann út, og løkir streymaðu; man Hann eisini kunna geva breyð, man Hann kunna fáa fólki Sínum kjøt!"
21 Hetta hoyrdi HARRIN, og Hann varð vreiður, eldur tendraðist móti Jákupi, ja, vreiði reisti seg móti Ísrael,
22 fyri tað at tey trúðu ikki Gudi og litu ikki á frelsu Hansara.
23 Og Hann gav skýggjunum í erva boð og læt upp portur himmalsins,
24 læt manna regna niður yvir tey til føði, gav teimum himmalkorn;
25 menniskju fingu einglabreyð at eta, Hann sendi teimum mat at metta seg við.
26 Hann reisti eystanvindin á himli, leiddi sunnanvindin fram við mátti Sínum;
27 kjøt læt Hann regna niður yvir tey sum dust, veingjaðar fuglar sum sjóvarsand,
28 læt teir falla beint niður yvir tilhald Sítt, rundan um bústaðir Sínar.
29 Og tey ótu seg ov mett; tað, ið tey ynsktu sær, læt Hann tey fáa.
30 Men áðrenn tey tevsaðust - meðan maturin enn var í munni teirra -
31 reistist vreiði Guds móti teimum, og Hann drap sterku menn teirra, sló niður unglingar Ísraels.
32 - Og tó syndaðu tey við sama lagi og trúðu ikki á undur Hansara.
33 Tí læt Hann dagar teirra svinna burt í tómleika og ár teirra í ræðslu.
34 Táið Hann sló tey niður, søktu tey Hann, vendu við og spurdu eftir Gudi,
35 mintust, at Gud var klettur teirra, og at Gud hin hægsti var tann, ið loysti tey út.
36 Men tey hyklaðu fyri Honum við munni sínum, lugu fyri Honum við tunguni;
37 hjørtu teirra hildu ikki fast við Hann, og tey vóru ikki sáttmála Hansara trúgv.
38 Men Hann, Hann er miskunnsamur, Hann fyrigevur misgerð og oyðir ikki; ferð eftir ferð stillaði Hann vreiði Sína og slepti ikki alla bræði Sína leysa;
39 Hann mintist, at tey vóru hold, andablástur, ið svinnur og kemur ikki aftur.
40 Hvussu mangan stóðu tey ikki Honum ímóti í oyðimørkini, voldu Honum sorg á hinum oydnu støðum!
41 Og uppaftur freistaðu tey Gud, ivaðust um hin Heilaga Ísraels.
42 Tey mintust ikki hond Hansara, tann dag Hann fríaði tey frá fíggindanum,
43 táið Hann gjørdi tekin Síni í Egyptalandi, undur Síni á Zoansmark,
44 táið Hann gjørdi áir teirra til blóð, so tey fingu ikki drukkið úr rennandi vøtnum sínum,
45 táið Hann sendi mýggjabitar ímóti teimum at eta tey, og froskar, sum oyddu tey,
46 táið Hann gav gnagaranum grøði teirra, grashoppuni alt heyst teirra,
47 táið Hann sló víntrø teirra niður við heglingi, morberjatrø teirra við heglingssteinum,
48 táið Hann gav heglinginum fæ teirra og snarljósunum fylgi teirra.
49 - Hann slepti brennandi vreiði Sína leysa móti teimum, sinnismun, bræði og neyð, skara av vanlukkueinglum.
50 Hann breyt vreiði Síni veg, spardi ikki sál teirra frá deyðanum, gav pestinum lív teirra.
51 Allar hinar frumbornu í Egyptalandi sló Hann, frumgróðurin av kraftini í tjøldum Kams.
52 Og Hann læt fólk Sítt fara avstað sum seyðaflokk, leiddi tey sum fylgi í oyðimørkini,
53 leiddi tey trygg, óttaleys; men havið legði yvir fíggindar teirra.
54 Hann leiddi tey til heilaga land Sítt, til fjallið, ið høgra hond Hansara hevði vunnið;
55 Hann rak burtur fólkasløg fyri teimum og læt land teirra falla teimum í lut sum arv, læt ættir Ísraels búgva í tjøldum teirra.
56 Og tó freistaðu tey Gud hin hægsta og stóðu Honum ímóti, tey løgdu ikki í vitnisburðir Hansara;
57 tey fullu frá og vóru trúleys - sum fedrar teirra - vendu við sum bogi, ið svíkur;
58 tey vaktu vreiði Hansara við offurheyggjum sínum, eggjaðu Hann við avgudum sínum.
59 Hetta hoyrdi Gud og ilskaðist, Honum leiddist stórliga við Ísrael;
60 Hann fór úr bústaði Sínum í Silo, tjaldinum, ið Hann hevði reist Sær millum menniskjuni;
61 Hann læt styrki Sína verða leidda burtur sum fangar, gav prýði Sítt í fíggindahond,
62 gav svørðinum fólk Sítt og varð illur við arv Sín;
63 eldur át hinar ungu menn teirra, og gentur teirra fingu ongan brúdleypssong;
64 prestar teirra fullu fyri svørði, og einkjur teirra hildu onga sorgarhátíð.
65 Tá vaknaði Harrin sum ein, ið hevur sovið, sum kappi, ið er kátur av víni,
66 og Hann rak fíggindar Sínar aftur, gjørdi teir til skammar í allar ævir.
67 Men Honum leiddist við tjøld Jósefs, ætt Efra’ims útvaldi Hann ikki;
68 nei, Hann útvaldi ætt Juda, Zionsfjall, sum Hann elskar.
69 Og Hann reisti halgidóm Sín høgan sum himmalin, fastan sum jørðina, ið Hann hevur grundfest í allar ævir.
70 Hann útvaldi Dávid, tænara Sín, og tók hann úr seyðabyrgjunum;
71 frá lambónum tók Hann hann at røkta Jákup, fólk Sítt, Ísrael, arvalut Sín.
72 Og hann røktaði tey við sonnum hjarta, leiddi tey við kønari hond.