1 | Bøn. Eftir Dávid. Boygg oyrað, HARRI, og svara mær, tí eg eri armur og fátækur! |
| 2 | Varða sál mína, tí eg æri Teg, frels tænara Tín, Tú, Gud mín, hann, ið lítur á Teg! |
| 3 | Ver mær náðigur, Harri, tí til Tín rópi eg allan dagin! |
| 4 | Gleð sál tænara Tíns, tí til Tín, Harri, lyfti eg sál míni! |
| 5 | Tí Tú, Harri, ert góður og til reiðar at fyrigeva, ríkur í náði móti øllum, ið ákalla Teg! |
| 6 | Lurta eftir bøn míni, HARRI, lýð á bønandi rødd mína! |
| 7 | Tann dag eg eri í neyð, rópi eg til Tín, tí Tú svarar mær. |
| 8 | Eingin er sum Tú millum gudarnar, Harri, og einki er sum verk Tíni! |
| 9 | Heidningarnir, ið Tú hevur skapt, skulu allir koma og tilbiðja fyri ásjón Tíni, Harri, og teir skulu æra navn Títt. |
| 10 | Tí Tú ert stórur, og Tú gert undur, eingin er Gud uttan Tú. |
| 11 | Lær meg veg Tín, HARRI! Eg vil liva í sannleika Tínum; gev mær heilt hjarta til at óttast navn Títt! |
| 12 | Eg skal prísa Tær, Harri Gud mín, av øllum hjarta mínum! Í allar ævir skal eg æra navn Títt. |
| 13 | Tí stór er náði Tín yvir mær, og Tú hevur fríað sál mína úr djúpi deyðaríkisins. |
| 14 | Frekir hava reist seg móti mær, Gud, flokkur av yvirgangskroppum liggur mær eftir lívinum! Teg hava teir ikki fyri eyga. |
| 15 | Men, Harri, Tú ert miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í náði og sannleika. |
| 16 | Vend Tær til mín og ver mær náðigur! Gev tænara Tínum styrki Tína, frels son tænastukvinnu Tínar! |
| 17 | Unn mær tekin fyri góðsku Tína, so fíggindar mínir kunnu síggja tað og verða til skammar, tí Tú, HARRI, hjálpir mær og troystar meg! |
| |
|