Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 85
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir synir Kora. Sálmur.
2 HARRI! Fyrr vart Tú landi Tínum náðigur, Tú vendi lagnu Jákups;
3 Tú tókst burtur skyld fólks Tíns, fjaldi alla synd teirra. - Sela.
4 Tú lætst alla vreiði Tína fara, lætst brennandi vreiði Tína halda uppat.
5 - Vend við aftur, Frelsugud okkara, gev uppat at hava nakað ímóti okkum!
6 Fert Tú at vera illur við okkum í allar ævir? Fert Tú at lata vreiði Tína halda á mann eftir mann?
7 Fert Tú ikki at gera okkum livandi aftur, so fólk Títt fær glett seg í Tær?
8 - Lat okkum síggja náði Tína, HARRI, og gev okkum frelsu Tína!
9 Eg fari at lurta, hvat Gud HARRIN sigur; vissuliga talar Hann frið við fólk Sítt og við hini heiløgu Síni og við tey, ið venda hjartað til Hansara.
10 Ja, frelsa Hansara er teimum nær, sum óttast Hann; skjótt skal heiður búgva í landi okkara;
11 náði og sannleiki skulu møtast, rættferð og friður kyssast;
12 sannleiki skal vaksa upp av jørðini, og rættferð skal skoða niður av himli.
13 Aftrat hesum skal HARRIN geva tað, ið gott er, og land okkara skal geva grøði sína;
14 rættferð skal ganga undan Honum og altíð fylgja í fótasporum Hansara.