Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 97
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 HARRIN hevur víst, at Hann er kongur; jørðin fegnist, hinar mongu oyggjar gleðist!
2 Skýggj og myrkur eru rundan um Hann, rættferð og rættur eru grundvøllir hásætis Hansara.
3 Eldur gongur undan Honum og logar millum fíggindar Hansara.
4 Snarljós Hansara lýsa upp jarðarríki; jørðin sær tað og nøtrar;
5 fjøllini bráðna sum vaks fyri ásjón HARRANS, fyri Harranum yvir allari jørðini.
6 Himlarnir kunngera rættvísi Hansara, og øll fólkasløg síggja heiður Hansara.
7 Til skammar verða øll, ið dýrka útskornar myndir, tey, ið eru stolt av avgudum sínum; tilbiðið Hann, allir gudar!
8 Zion hoyrir tað og gleðist, døtur Juda fegnast um dómar Tínar, HARRI!
9 Tí Tú, HARRI, ert hin Hægsti yvir allari jørðini, sára høgt situr Tú yvir øllum gudum!
10 Tit, ið elska HARRAN, hatið hitt illa! - Hann varðar sálirnar í hinum heiløgu Sínum og fríar tey úr hondum hinna gudleysu.
11 Ljós rennur upp fyri rættvísum, og gleði fyri sannhjartaðum.
12 - Gleðið tykkum í HARRANUM, tit rættvísu, lovsyngið heilaga navni Hansara!