Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 70
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir Dávid. Til áminningar.
2 Lat toknast Tær, Gud, at bjarga mær! HARRI, ver skjótur og kom mær til hjálpar!
3 Lat teir verða til skomm og spott, sum liggja mær eftir lívinum, lat teir víkja og standa til skammar, sum ynskja mær ilt!
4 Lat teir standa ræðsluslignar av skomm síni, teir, ið siga: "Há há!"
5 Men lat øll tey, ið søkja Teg, frøast og gleðast í Tær, lat tey, ið elska frelsu Tína, altíð siga: "Lovaður veri Gud!"
6 Armur og fátækur eri eg; ver skjótur og kom mær til hjálpar, Gud! Tú ert hjálp mín og frelsari mín; drála ikki, HARRI!