Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 2
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Hví froysa heidningarnir, hví hava fólkasløg fáfongt í huga?
2 Kongar jarðarinnar reisast, og høvdingar leggja saman ráð móti HARRANUM og móti salvaða Hansara:
3 "Latið okkum slíta bond Teirra og kasta tog Teirra av okkum!"
4 - Hann, sum í Himli situr, lær, Harrin spottar teir!
5 So talar Hann til teirra í vreiði Síni, loypir ræðslu á teir í bræði Síni:
6 "Eg havi tó sett kong Mín á Zion, heilaga fjall Mítt!"
7 - "Eg skal siga frá avgerð. HARRIN segði við Meg: "Tú ert sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag!
8 Bið Meg, so skal Eg geva Tær heidningarnar í arv, og jørðina, so víð sum hon er, at eiga;
9 við jarnstavi skalt Tú sora teir, smildra teir sum leirílat!""
10 Og nú, tit kongar, verið vísir, latið tykkum siga, tit dómarar á jørðini!
11 Tænið HARRANUM við ótta, fegnist við bivan!
12 Kyssið sonin, fyri at Hann skal ikki verða vreiður, og tit ganga til grundar á vegnum! Skjótt tendrast vreiði Hansara! Sæl eru øll tey, ið líta á Hann!