Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 65
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid. Songur.
2 Gud! Tey eru still fyri Tær og prísa Tær á Zion, og tey halda Tær tað, ið tey hava lovað.
3 Tú, sum hoyrir bønir, til Tín kemur alt hold.
4 Táið misgerðir mínar eru vorðnar mær ov svárar, fyrigevur Tú lógbrot okkara.
5 Sælur er tann, ið Tú útvelur og letur koma nær, so hann býr í forgørðum Tínum; vit verða mettað av tí góða í húsi Tínum, heilaga templi Tínum.
6 Við øgiligum verkum bønhoyrir Tú okkum í rættvísi, Tú, Frelsugud okkara, øllum endum jarðarinnar og havinum langt burtur eitt skjól!
7 Hann ger fjøllini føst við kraft Síni, gyrdur við styrki.
8 Hann stillar brúsið frá høvunum, brúsið frá havsbylgjunum og gangin frá fólkasløgunum.
9 Og tey, ið búgva við endar jarðarinnar, óttast tekin Tíni; har sum morgun og kvøld hoyra heima, letur Tú hoyrast gleðiróp.
10 Tú vitjaði jørðina og gavst henni yvirflóð, gjørdi hana ógvuliga ríka; løkur Guds er fullur av vatni; Tú letur menniskjuni fáa korn teirra, tí soleiðis gert Tú jørðina til.
11 Tú vatnar foyrur hennara, javnar hinar pløgdu akrar, Tú bloytir hana við regni, signar grøði hennara.
12 Tú hevur krýnt ár góðsku Tínar, og fótaspor Tíni dryppa av fiti.
13 Beitini í oyðimørkini dryppa, og heyggjarnir gyrða seg við fagnaði,
14 hagarnir eru klæddir við seyði, og dalarnir eru fjaldir av korni. Rópt verður av gleði og sungið.