Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 27
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Eftir Dávid. HARRIN er ljós mítt og frelsa mín - hvønn skal eg óttast! HARRIN er tann, ið verjir lív mítt - hvønn skal eg ræðast!
2 Táið illgerðarmenn koma ímóti mær og ætla at gloypa mær, snáva og falla teir sjálvir, mótstøðumenn og fíggindar mínir.
3 Um so herur tekur støðu móti mær, óttast hjarta mítt ikki; um ófriður brestur á móti mær, eri eg tó tryggur.
4 - Um eitt havi eg biðið HARRAN, tí trái eg eftir: At eg skal sleppa at búgva í húsi HARRANS allar dagar mínar, til at skoða, hvussu lívsælur HARRIN er, og grunda í templi Hansara.
5 Tí Hann goymir meg í húsi Sínum hin ónda dag; Hann fjalir meg, loyndan í tjaldi Sínum; upp á klett leiðir Hann meg.
6 Og nú skal høvur mítt lyfta seg upp yvir fíggindar mínar rundan um meg, eg skal við fagnaði bera fram offur í tjaldi Hansara; við songi og spæli skal eg prísa HARRANUM.
7 Hoyr, HARRI, eg rópi hart, ver mær náðigur og svara mær!
8 Hjarta mítt minnir Teg á orð Títt: "Søkið ásjón Mína!" - HARRI, eg søki ásjón Tína!
9 Fjal ikki ásjón Tína fyri mær, vís ikki í vreiði tænara Tínum burtur! Tú ert hjálp mín; koyr meg ikki burtur og far ikki frá mær, Gud frelsu mínar!
10 Tí faðir og móðir fóru frá mær - men HARRIN tekur meg til Sín.
11 Lær meg veg Tín, HARRI, leið meg eftir hini sløttu gøtu, fyri teirra skuld, ið lúra eftir mær!
12 Gev meg ikki glúpskum óvinum í hendur! Tí følsk vitni reisa seg móti mær, og menn, ið froysa av yvirgangi.
13 Á, hevði eg ikki trúð, at eg skal síggja góðsku HARRANS í landi teirra, sum liva!
14 - Bíða eftir HARRANUM, ver hugreystur, og hjarta títt veri sterkt, ja, bíða eftir HARRANUM!