Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 45
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir liljum. Eftir synir Kora. Songur. Ljóð um kærleika.
2 Hjarta mítt er ov fult av lívsælum orðum, eg sigi: Songur mín er um ein kong, tunga mín er sum pennur snarskrivarans.
3 Tú ert hin fagrasti av menniskjabørnunum, lívsæla er úthelt á varrar Tínar; tí hevur Gud signað Teg í allar ævir.
4 Gyrð lendar Tínar við svørði, Tú veldigi - við stórleika og dýrd Tíni!
5 Far so í dýrd Tíni sigurríkur fram fyri søk sannleikans, fyri eyðmjúkleika og rættferð! Høgra hond Tín skal læra Teg øgilig stórverk.
6 Pílar Tínir eru hvestir, fólkasløg falla fyri Tær, fíggindar kongsins verða raktir í hjartað.
7 Hásæti Títt, Gud, stendur í allar ævir, rættvísisproti er sproti ríkis Tíns.
8 Tú elskar rætt og hatar gudloysi; tí hevur Gud, Gud Tín, salvað Teg við gleðiolju fram um felagar Tínar;
9 av myrra, aloe og kassia anga øll klæði Tíni. Úr fílabeinshøllum gleðir Teg streingjaleikur;
10 kongadøtur eru millum útvaldu Tínar, drotningin stendur undir høgru lið Tíni í gulli úr Ofir.
11 Lurta nú væl eftir, dóttirin, boygg oyrað: Gloym fólk títt og hús faðirs tíns!
12 So skal kongurin hava hug á vakurleika tínum, tí Hann er Harri tín, og tú skalt falla niður fyri Honum.
13 Dóttir Týrus, ja, hini ríkastu millum fólkið, skulu við gávum royna at gera seg vælkend hjá tær.
14 - Dýrd er hon, øll sum hon er, kongadóttirin harinni; klæði hennara eru gjøgnumvovin við gulli.
15 Fylgd av moyggjum verður hon leidd fram í marglittum búna; vinkonur hennara leiða hana til kongin.
16 Við frøi og fagnaði verða tær leiddar inn, tær fara inn í høll kongsins.
17 Synir Tínir stíga í stað fedra Tína, Tú setur teir til høvdingar á allari jørðini.
18 Eg skal prísa navni Tínum millum øll komandi ættarlið; tí skulu fólkini lova Tær í aldur og allar ævir.