Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 43
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Fá mær rætt, Gud, barst fyri málevni mítt móti fólki, ið ikki kennir til miskunn, frels meg frá følskum, órættvísum monnum!
2 Tí Tú ert tann Gud, ið er skjól mítt - hví hevur Tú kastað meg frá Tær? Hví skal eg ganga sorgarbundin, kúgaður av fíggindum?
3 Send ljós Títt og sannleik Tín, lat tey leiða meg, lat tey føra meg til heilaga fjall Títt og til bústaðir Tínar,
4 so eg kann koma til altar Guds, til tann Gud, ið er gleði og fagnaður mín, og takka Tær á hørpu, Gud, Gud mín!
5 - Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær? Bíða eftir Gudi! Tí eg skal aftur kunna takka Honum, frelsu andlits míns og Gudi mínum!