Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 26
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Eftir Dávid. Fá mær rætt, HARRI, tí eg livi ólastandi, og á HARRAN líti eg uttan at vikast!
2 Rannsaka meg, HARRI, og kanna meg, granska nýru míni og hjarta mítt!
3 Tí náði Tín er mær fyri eyga, og eg livi í sannleika Tínum.
4 Eg siti ikki hjá lygnarum og komi ikki saman við følskum menniskjum.
5 Eg hati samkomu hinna óndu og siti ikki hjá gudleysum.
6 Í sakloysi vaski eg mær um hendurnar og vil fegin vera rundan um altar Títt, HARRI,
7 til at lata hoyrast takkarsong, siga frá øllum undrum Tínum.
8 HARRI, eg elski hús Títt, staðið, har sum dýrd Tín býr!
9 Rykk ikki sál mína burt við syndarum, lív mítt við blóðdálkaðum monnum,
10 sum hava skemdarverk í hondunum og høgru hond fulla av mutri!
11 Eg livi jú í sakloysi - loys meg út og ver mær náðigur!
12 - Fótur mín stendur á slættari grund; í samkomunum skal eg lova HARRANUM.