Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 16
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Songur. Eftir Dávid. Varðveit meg, Gud, tí eg søki mær skjól hjá Tær!
2 Eg sigi við HARRAN: "Tú ert Harri mín, eg havi einki gott uttan Teg.
3 Hini heiløgu, sum í landinum eru, tey eru hini dýru, sum eg havi alla gleði mína í."
4 Mangar sorgir ráma tey, ið velja sær aðrar; eg ofri ikki drykkjuoffur teirra av blóði og taki ikki nøvn teirra á varrarnar.
5 HARRIN er parturin, ið mær lutaðist, Hann er bikar mítt; Tú heldur luti mínum uppi.
6 Mær lutaðist lívsælur partur, ja, arvur, sum líkar mær væl!
7 Eg skal lova HARRANUM, sum var ráðgevari mín - líka um náttina minna nýru míni meg um tað!
8 Eg havi altíð HARRAN fyri eyga; Hann er við høgru lið Mína, Eg vikist ikki!
9 Tí gleðist hjarta Mítt, æra Mín rópar av frøi; um tað so er hold Mítt, skal tað búgva trygt.
10 Tí Tú skalt ikki geva deyðaríkinum sál Mína, Tú skalt ikki lata hin Heilaga Tín síggja rot.
11 Tú kunngert Mær veg lívsins; fyri ásjón Tíni er gleðin fullkomin, lívsæla er við høgru hond Tína í allar ævir.