Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 71
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Hjá Tær, HARRI, søki eg mær skjól! Lat meg aldri í allar ævir verða til skammar!
2 Fría meg út og bjarga mær í rættferð Tíni, boygg oyra Títt til mín og frels meg!
3 Ver mær klettur, sum eg kann búgva á, og sum eg altíð kann flýggja til, Tú, sum hevur ásett mær frelsu! Tú ert klettur og borg mín.
4 Gud mín! Bjarga mær úr hondum hins gudleysa, úr klóm hins órættvísa og yvirgangskropsins!
5 Tí Tú ert vón mín, Harri HARRI, álit mítt, frá tí eg var ungur.
6 Á Teg havi eg styðjað meg líka úr móðurfangi; Tú ert tann, ið dró meg út úr móðurlívi; um Teg er lovsongur mín altíð.
7 Sum undur havi eg verið mongum; men Tú ert sterka skjól mítt.
8 Muður mín er fullur av prísi Tínum, allan dagin av heiður Tínum.
9 Kasta meg ikki frá Tær í elli míni, og svík meg ikki, nú mátturin svinnur!
10 Tí fíggindar mínir tosa um meg; teir, ið lúra eftir sál míni, leggja saman ráð
11 og siga: "Gud hevur svikið hann! Eftir honum, takið hann, tí eingin er, sum frelsir!"
12 - Gud, ver ikki langt frá mær, Gud mín, skunda Tær og kom mær til hjálpar!
13 Lat teir verða til skammar og ganga til grundar, teir, ið liggja mær eftir lívinum, lat teir verða klæddar í spott og spæ, teir, ið vilja mær ilt!
14 Men eg, eg skal altíð vóna, og aftrat øllum prísi Tínum skal eg leggja nýtt prís.
15 Muður mín skal vitna um rættferð Tína, um frelsu Tína allan dagin; tí eg veit ikki enda á teimum.
16 Eg skal minna um veldigu verk Harrans HARRANS, lovsyngja rættferð Tíni, henni eina.
17 Gud! Tú hevur lært meg tað líka frá ungdóminum, og líka til nú kunngeri eg undur Tíni.
18 Svík meg so heldur ikki, táið eg verði gamal og gráur, Gud! Enn skal eg kunngera øllum komandi ættum arm Tín, øllum teimum, ið koma skulu, mátt Tín.
19 Og rættferð Tín, Gud, røkkur líka til himmals, Tú, sum hevur gjørt stórverk, Gud, hvør er sum Tú!
20 Tú, sum lætst okkum síggja nógvar trongdir og vanlukkur, Tú skalt gera okkum livandi aftur og draga okkum upp aftur úr avgrundum jarðarinnar;
21 Tú skalt gera meg enn størri og venda við og troysta meg.
22 Afturfyri skal eg við hørpuspæli prísa trúfesti Tíni, Gud mín, leika á sitara fyri Tær, Tú hin Heilagi Ísraels!
23 Fegnast skulu varrar mínar, ja, eg skal syngja Tær lov - sál mín, sum Tú loysti út!
24 Og tunga mín skal allan dagin tala um rættferð Tína; tí teir standa til skammar og við kinnroða, teir, ið vilja mær illa.