1 | Til songmeistaran. Spill ikki! Sálmur. Eftir Asaf. Songur. |
| 2 | Vit takka Tær, Gud, vit takka, og nær er navn Títt, sagt verður frá undurverkum Tínum. |
| 3 | "Tí" [so sigur HARRIN] "Um Eg so steðgi, inntil tíð Mín er, dømi Eg tó við rætti; |
| 4 | um so jørðin riðar, og øll, ið á henni búgva, so havi Eg tó grundfest stólpar hennara." - Sela. |
| 5 | "Við hini hugmóðigu sigi Eg: Verið ikki hugmóðig! og við hini gudleysu: Lyftið ikki horninum! |
| 6 | Lyftið ikki horni tykkara móti Himli, tosið ikki frekt við hørðum hálsi!" |
| 7 | Tí hvørki eystaneftir ella vestaneftir [kemur hjálpin], ei heldur úr fjallaoyðimørkini; |
| 8 | nei, Gud er tann, ið dømir; ein eyðmýkir Hann, ein annan setur Hann høgt. |
| 9 | Tí bikar er í hond HARRANS; tað skúmar av víni, er fult av kryddaðum víni, og Hann skeinkir úr tí; sanniliga, berskaka tess skulu tey drekka, ja, súgva í seg, øll gudleys á jørðini! |
| 10 | Men eg skal fegnast í allar ævir, lovsyngja Gudi Jákups. |
| 11 | Og hornini á øllum gudleysum skal eg høgga av, men horn hins rættvísa skulu sita høgt. |
| |
|