Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 46
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir synir Kora. Eftir alamot. Songur.
2 Gud er skjól og styrki okkara, hjálp í neyðini, til fulnar royndur.
3 Tí óttast vit ikki, um so jørðin umskiftist, og fjøllini stoytast niður í havsdýpið,
4 um so havsvøtnini brúsa og sjóða, fjøllini nøtra av hugmóði teirra. - Sela.
5 Ein á er - streymar hennara gleða stað Guds, heilaga bústað hins Hægsta.
6 Gud er mitt í honum, hann vikast ikki; Gud hjálpir honum, táið lýsir av degi.
7 Fólkasløg leika í, ríki vikast - Hann letur rødd Sína ljóða, tá skelvur jørðin.
8 HARRIN Gud herskaranna er við okkum, Gud Jákups er fasta borg okkara. - Sela.
9 Komið og síggið verk HARRANS - Hann hevur avrikað øgilig verk á jørðini!
10 Hann ger enda á kríggi um alla jørðina; bogan brýtur Hann sundur, støkkir spjótið av, vagnarnar brennir Hann upp.
11 - "Haldið uppat, og sannið, at Eg eri Gud! Eg eri høgur millum fólkini, høgur á jørðini!"
12 HARRIN Gud herskaranna er við okkum, Gud Jákups er fasta borg okkara. - Sela.