Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 138
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Eftir Dávid. Eg prísi Tær av øllum hjarta mínum, fyri eygum gudanna syngi eg Tær lov.
2 Eg tilbiði, vendur móti heilaga templi Tínum, og meir enn øllum prísi eg navni Tínum fyri náði og trúfesti Tína; tí dýrt hevur Tú gjørt orð Títt, meir enn alt navn Títt.
3 Tann dag eg rópti, svaraði Tú mær; Tú gjørdi meg hugreystan, og sál mín fekk styrki.
4 Allir kongar á jørðini skulu prísa Tær, HARRI, táið teir fáa at hoyra orðini av munni Tínum.
5 Og teir skulu syngja um vegir HARRANS, tí stórur er heiður HARRANS.
6 Tí HARRIN er høgur, men Hann vendir eygað til tann, ið lítið hevur at týða, og hin stolta kennir Hann langan veg.
7 Um so leið mín liggur mitt ígjøgnum neyð - Tú heldur mær á lívi; móti vreiði fígginda mína rættir Tú út hondina, og høgra hond Tín frelsir meg.
8 HARRIN skal fullføra verk Sítt fyri meg. - HARRI, náði Tín varir í allar ævir - gev ikki upp handaverk Títt!