Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 4
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Sálmur. Eftir Dávid.
2 Svara mær, táið eg rópi, Tú Gud rættvísi mínar! Í trongd gjørdi Tú mær rúm - ver mær náðigur og hoyr bøn mína!
3 Tit menn! Hvussu leingi skal æra mín vera til spott? Hvussu leingi fara tit at elska fáfongd, søkja lygn? - Sela.
4 Tit skulu sanna, at HARRIN hevur valt Sær tann, ið gudræddur er - táið eg ákalli HARRAN, hoyrir Hann meg!
5 Harmist, og syndið ikki! Hugsið tykkum um á legu tykkara, og verið stillir! - Sela.
6 Ofrið rættvísioffur og lítið á HARRAN!
7 Mong siga: "Hvør letur okkum síggja tað, ið gott er!" - Lyft Tú yvir okkum ljós andlits Tíns, HARRI!
8 Tú hevur givið mær gleði í hjartað, størri enn teirra, táið korn og vín teirra er í yvirflóð -
9 í friði leggist eg og sovni við tað sama, tí Tú, HARRI, letur meg búgva trygt, fyri meg sjálvan!