Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 119
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Sæl eru tey, hvørja leið er ólastandi, tey, ið liva eftir lóg HARRANS.
2 Sæl eru tey, ið akta eftir vitnisburðum Hansara, tey, ið søkja Hann av øllum hjarta sínum,
3 og sum ikki gera órætt, men ganga á vegum Hansara.
4 Tú hevur givið boð Tíni, fyri at ein skal leggja sær eina við at halda tey.
5 Á, høvdu vegir mínir verðið fastir, so eg helt fyriskipanir Tínar!
6 Tá skuldi eg ikki verðið til skammar, táið eg aktaði eftir øllum boðum Tínum.
7 Eg skal takka Tær av sonnum hjarta, táið eg læri allar rættvísilógir Tínar at kenna.
8 Fyriskipanir Tínar skal eg halda; vend mær tó ikki heilt bakið!
9 Hvussu skal hin ungi halda veg sín reinan? Við at halda seg eftir orði Tínum.
10 Av øllum hjarta mínum søki eg Teg; lat meg ikki villast burtur frá boðum Tínum!
11 Eg goymi orð Títt í hjartanum, fyri at eg skal ikki synda móti Tær.
12 Lovaður veri Tú, HARRI, lær meg fyriskipanir Tínar!
13 Eg kunngeri við vørrunum allar lógir muns Tíns.
14 Yvir veg vitnisburða Tína gleðist eg sum yvir alt ríkidømi.
15 Eg skal grunda á boð Tíni og hyggja væl at leiðum Tínum.
16 Í fyriskipanum Tínum havi eg gleði mína; eg gloymi ikki orð Títt.
17 Ger væl við tænara Tín, so eg kann liva! So skal eg halda orð Títt.
18 Lat upp eygu míni, so eg kann skoða alt hitt undurfulla í lóg Tíni!
19 Eg eri gestur á jørðini; dyl ikki boð Tíni fyri mær!
20 Sál mín tærist burtur av tráan eftir lóg Tíni - altíð.
21 Tú hevur straffað hini hugmóðigu, hini bannaðu, sum villast burt frá boðum Tínum.
22 Tak skomm og vanvirðing burt frá mær! Tí eg akti eftir vitnisburðum Tínum.
23 Ja, høvdingar sita og leggja upp ráð móti mær; men tænari Tín grundar á fyriskipanir Tínar.
24 Ja, vitnisburðir Tínir eru gleði mín; teir eru ráðgevarar mínir.
25 Sál mín liggur í dustinum; halt mær á lívi eftir orði Tínum!
26 Eg legði fram fyri Teg vegir mínar, og Tú svaraði mær; lær meg fyriskipanir Tínar!
27 Lat meg skilja veg boða Tína! So skal eg grunda á undurverk Tíni.
28 Sál mín grætur av sorg; reis meg upp eftir orði Tínum!
29 Lat lygivegin vera langt frá mær, og unn mær lóg Tína!
30 Trúskaparveg havi eg valt; lógir Tínar havi eg sett mær fyri eyga.
31 Eg haldi meg til vitnisburðir Tínar; lat meg ikki verða til skammar, HARRI!
32 Vegin eftir boðum Tínum skal eg renna; tí Tú gert meg lættan um hjartað.
33 HARRI, vís mær veg fyriskipanna Tína! So skal eg líka til endan halda meg eftir honum.
34 Gev mær vit! So skal eg akta eftir lóg Tíni og halda hana av øllum hjarta mínum.
35 Leið meg gøtu boða Tína! Tí í henni havi eg gleði mína.
36 Boygg hjarta mítt til vitnisburðir Tínar og ikki til vinning!
37 Vend eygum mínum burtur frá at hyggja eftir fáfongd, halt mær á lívi á vegi Tínum!
38 Uppfyll á tænara Tínum orð Títt, sum givið er teimum, ið óttast Teg!
39 Tak burtur frá mær vanæruna, ið eg ræðist fyri! Tí lógir Tínar eru góðar.
40 Tú sært, at mær leingist eftir boðum Tínum; halt mær á lívi við rættvísi Tíni!
41 Lat náði Tína koma yvir meg, HARRI, frelsu Tína eftir orði Tínum,
42 so eg fái svarað honum, ið háðar meg! Tí eg líti á orð Títt.
43 Tak ikki heilt sannleiksorð úr munni mínum! Tí eg bíði eftir dómum Tínum.
44 So skal eg støðugt halda lóg Tína, ja, ævigt og altíð.
45 Lat meg ferðast um rúmt land! Tí eg spyrji eftir boðum Tínum.
46 Eg skal tala fyri kongum um vitnisburðir Tínar og skal ikki verða til skammar.
47 Eg havi gleði mína í boðum Tínum, sum eg elski.
48 Eg rætti út hendurnar móti boðum Tínum, sum eg elski, og grundi á fyriskipanir Tínar.
49 Minst orðið til tænara Tín, við tað at Tú hevur givið mær vón!
50 Tað er troyst mín í vesældóminum, at orð Títt hevur hildið mær á lívi.
51 Ógvuliga hava hini hugmóðigu spottað meg; tó eri eg ikki vikin burtur frá lóg Tíni.
52 Mær kom í hug dómar Tínar frá ævunum, HARRI, og eg fann troyst.
53 Brennandi vreiði hevur gripið meg um hini gudleysu, ið fara frá lóg Tíni.
54 Fyriskipanir Tínar eru vorðnar lovsongir mínir í húsinum, har eg búgvi sum fremmandur.
55 Um náttina kom mær navn Títt í hug, HARRI, og eg helt lóg Tína.
56 Hetta varð lukkuligi lutur mín: At geva boðum Tínum gætur.
57 HARRIN er lutur mín; eg havi sett mær fyri at halda orð Tíni.
58 Av øllum hjarta mínum bønaði eg Teg: "Ver mær náðigur eftir orði Tínum!"
59 Eg granskaði vegir mínar og stýrdi fótum mínum aftur til vitnisburðir Tínar.
60 Eg skundaði mær og drálaði ikki at halda boð Tíni.
61 Snerrur hinna gudleysu vóru rundan um meg, men eg gloymdi ikki lóg Tína.
62 Mitt um náttina fari eg upp at takka Tær fyri rættvísilógir Tínar.
63 Eg haldi meg til øll tey, ið óttast Teg og halda boð Tíni.
64 Jørðin er full av náði Tíni, HARRI; lær meg fyriskipanir Tínar!
65 Tú hevur gjørt væl við tænara Tín, HARRI, eftir orði Tínum.
66 Gev mær vit og kunnskap! Tí eg trúgvi á boð Tíni.
67 Áðrenn eg varð eyðmýktur, viltist eg; men nú haldi eg orð Títt.
68 Tú ert góður og gert gott; lær meg fyriskipanir Tínar!
69 Hini hugmóðigu hava spunnið saman lygn móti mær; men eg haldi boð Tíni av øllum hjarta mínum.
70 Hjarta teirra følir ikki heldur enn fløt; men eg havi gleði mína í lóg Tíni.
71 Tað var mær gott, at eg varð eyðmýktur, so eg kom at læra fyriskipanir Tínar.
72 Lógin av munni Tínum er mær meiri verd enn gull og silvur í dungum.
73 Hendur Tínar hava skapt meg og gjørt meg; gev mær vit, so eg kann læra boð Tíni!
74 Tey, ið óttast Teg, skulu síggja meg og gleðast; tí eg bíði eftir orði Tínum.
75 HARRI, eg veit, at dómar Tínir eru rættvísir, og at Tú í trúfesti hevur eyðmýkt meg.
76 Lat náði Tína verða mær til troyst eftir orði Tínum til tænara Tín!
77 Lat miskunn Tína koma yvir meg, so eg kann liva! Tí lóg Tín er gleði mín.
78 Lat hini hugmóðigu verða til skammar! Tí uttan grund kúga tey meg; eg grundi á boð Tíni.
79 Lat tey, ið óttast Teg, koma aftur til mín, tey, sum kenna vitnisburðir Tínar!
80 Lat hjarta mítt vera fullkomið í fyriskipanum Tínum, so eg skal ikki verða til skammar!
81 Eftir frelsu Tíni tráar sál mín; eg bíði eftir orði Tínum.
82 Eygu míni tráa eftir orði Tínum, og eg sigi: "Nær fert Tú at troysta meg?"
83 Tí eg eri eins og skinnsekkur í royki, men fyriskipanir Tínar gloymi eg ikki.
84 Hvussu mangir munnu dagar tænara Tíns vera? Nær fert Tú at halda dóm yvir teimum, ið liggja eftir mær?
85 Hini hugmóðigu hava grivið mær gravir, tey, sum ikki liva eftir lóg Tíni.
86 Øll boð Tíni eru trúføst; við lygn verður søkt at mær; hjálp mær!
87 Tað vantar lítið á, at tey hava forkomið mær á jørðini; men eg havi ikki slept boðum Tínum.
88 Halt mær á lívi eftir náði Tíni! So skal eg halda vitnisburðin av munni Tínum.
89 Til ævigar tíðir, HARRI, stendur orð Títt fast í Himli.
90 Mann eftir mann varir trúfesti Tín; Tú hevur grundfest jørðina, og hon stendur føst.
91 Til at seta dómar Tínar í verk stendur alt enn í dag; tí alt má tæna Tær.
92 Hevði lóg Tín ikki verið gleði mín, so hevði eg verið gingin til grundar í stóru neyð míni.
93 Aldri í allar ævir skal eg gloyma boð Tíni; tí við teimum hevur Tú hildið mær á lívi.
94 Tín eri eg; frels meg! Tí eg spyrji eftir boðum Tínum.
95 Hini gudleysu lúra eftir mær, at forkoma mær; eg akti eftir vitnisburðum Tínum.
96 Á øllum fullkomnum havi eg sæð enda; men boð Tíni røkka ómetaliga langt.
97 Sum eg elski lóg Tína! Allan dagin grundi eg á hana.
98 Boð Tíni hava gjørt meg vísari enn fíggindar mínar; tí til ævigar tíðir eigi eg tey.
99 Eg eri vorðin klókari enn allir lærarar mínir; tí eg grundi á vitnisburðir Tínar.
100 Eg eri vitigari enn hinir gomlu; tí eg akti eftir boðum Tínum.
101 Frá øllum óndum leiðum haldi eg fótum mínum burtur fyri at kunna halda orð Títt.
102 Frá lógum Tínum eri eg ikki vikin burtur; tí Tú hevur lært meg.
103 Sum orð Tíni eru gómum mínum søt! Tey eru søtari enn hunangur munni mínum!
104 Av boðum Tínum fái eg vit; tí hati eg hvørja lygigøtu.
105 Orð Títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.
106 Eg havi svorið - og eg havi hildið tað - at akta eftir rættvísilógum Tínum.
107 Eg eri sára eyðmýktur; HARRI, halt mær á lívi eftir orði Tínum!
108 Lat sjálvkravdu offur muns míns líka Tær, HARRI, og lær meg lógir Tínar!
109 Eg gangi altíð við lívinum í hondunum; men lóg Tína havi eg ikki gloymt.
110 Hini gudleysu leggja snerrur fyri meg; men eg eri ikki vilstur burtur frá boðum Tínum.
111 Eg fekk vitnisburðir Tínar í æviga ogn; tí teir eru gleði hjarta míns.
112 Eg boygdi hjarta mítt til at halda fyriskipanir Tínar í allar ævir, líka til endan.
113 Hini tvísintu hati eg; men lóg Tína elski eg.
114 Tú ert skjól mítt og skjøldur mín; eg bíði eftir orði Tínum.
115 Víkið frá mær, tit, ið gera ilt! Eg vil halda boð Guds míns.
116 Halt mær uppi eftir orði Tínum, so eg kann liva, og lat meg ikki verða til skammar við vón míni!
117 Styðja meg, so eg verði frelstur! So skal eg altíð við gleði skoða fyriskipanir Tínar.
118 Tey, ið villast burt frá fyriskipanum Tínum, roknar Tú øll fyri einki; einki batar teimum svik teirra.
119 Sum ilsku kastar Tú burt øll gudleys á jørðini; tí elski eg vitnisburðir Tínar.
120 Av ræðslu fyri Tær nøtrar kroppur mín; eg óttist dómar Tínar.
121 Rætt og skjal havi eg gjørt; Tú skalt ikki geva meg í hendur teirra, sum kúga meg.
122 Gakk í ábyrgd fyri tænara Tín, so honum kann gangast væl, lat ikki hini hugmóðigu kúga meg.
123 Eygu míni tærast burtur av tráan eftir frelsu Tíni og eftir rættvísiorði Tínum.
124 Ger við tænara Tín eftir náði Tíni, og lær meg fyriskipanir Tínar!
125 Eg eri tænari Tín; gev mær vit, so eg kann kenna vitnisburðir Tínar!
126 Tíð er hjá HARRANUM at taka í teymarnar; tí tey hava brotið lóg Tína.
127 - Tí elski eg boð Tíni meir enn gull, ja, meir enn fínt gull.
128 Tí haldi eg øll boð Tíni um alt vera bein; eg hati hvørja lygigøtu.
129 Undurfullir eru vitnisburðir Tínir; tí aktar sál mín eftir teimum.
130 Táið orð Tíni verða upplatin, geva tey ljós; tey geva einfaldum vit.
131 Eg læt upp munnin og suffaði av tráan; tí eg stundaði eftir boðum Tínum.
132 Vend Tær til mín og ver mær náðigur, sum beint er móti teimum, ið elska navn Títt!
133 Lat við orði Tínum stig míni verða føst, og lat ongan órætt fáa vald á mær!
134 Loys meg undan kúgan manna! So skal eg halda boð Tíni.
135 Lat ásjón Tína lýsa yvir tænara Tín, og lær meg fyriskipanir Tínar!
136 Vatnstreymar renna mær av eygunum, tí lóg Tín verður ikki hildin.
137 Tú ert rættvísur, HARRI, og rættir eru dómar Tínir.
138 Í rættvísi og miklari trúfesti hevur Tú fyriskrivað vitnisburðir Tínar.
139 Eldhugi mín hevur tært meg upp, av tí at óvinir mínir hava gloymt orð Tíni.
140 Orð Títt er væl reinsað; tænari Tín elskar tað.
141 Lítið havi eg at týða, og vanvirdur eri eg, men boð Tíni havi eg ikki gloymt.
142 Rættvísi Tín er ævig rættvísi, og lóg Tín er sannleiki.
143 Trongd og angist hevur rámt meg, men boð Tíni eru gleði mín.
144 Vitnisburðir Tínir eru rættvísir til ævigar tíðir; gev mær vit, so eg kann liva!
145 Eg rópi av øllum hjarta mínum; svara mær, HARRI! Eg vil akta eftir fyriskipanum Tínum.
146 Eg rópi til Tín; frels meg! So skal eg halda vitnisburðir Tínar.
147 Tíðliga, í dimmalættingini, var eg uppi og rópti um hjálp; eg bíðaði eftir orðum Tínum.
148 Áðrenn náttarvøkurnar byrjaðu, vóru eygu míni vakin at grunda á orð Títt.
149 Hoyr rødd mína eftir náði Tíni, HARRI, halt mær á lívi eftir lógum Tínum!
150 Nær eru teir, ið skammiliga liggja eftir mær; frá lóg Tíni eru teir langt burtur.
151 Tú ert nær, HARRI, og øll boð Tíni eru sannleiki.
152 Eg vitsti longu langt síðani av vitnisburðum Tínum, at Tú hevur grundfest teir í allar ævir.
153 Hygg neyð mín - frels meg! Tí eg havi ikki gloymt lóg Tína.
154 Flyt mál mítt og loys meg út, halt mær á lívi eftir orði Tínum!
155 Frelsan er langt frá gudleysum; tí tey spyrja ikki eftir fyriskipanum Tínum.
156 Miskunn Tín er stór, HARRI! Halt mær á lívi eftir dómum Tínum!
157 Mangir eru teir, ið liggja eftir mær og standa mær ímóti; frá vitnisburðum Tínum eri eg ikki vikin.
158 Mær býður ímóti, táið eg síggi hini trúleysu, tey, ið ikki halda orð Títt.
159 Hugsa um, at eg havi elskað boð Tíni, HARRI - halt mær á lívi eftir náði Tíni!
160 Alt orð Títt samanlagt er sannleiki, og til ævigar tíðir stendur øll rættvísilóg Tín føst.
161 Høvdingar lógu eftir mær uttan grund; men hjarta mítt óttaðist fyri orðum Tínum.
162 Eg gleði meg um orð Títt, sum ein, ið hevur vunnið stóran herfong.
163 Eg hati og skýggi lygn; men lóg Tína elski eg.
164 Sjey ferðir um dagin lovi eg Tær fyri rættvísilógir Tínar.
165 Nógvan frið hava tey, ið elska lóg Tína, og einki er, sum fær tey at falla.
166 Eg bíði eftir frelsu Tíni, HARRI, og eg havi hildið boð Tíni.
167 Sál mín hevur hildið vitnisburðir Tínar; teir eru mær ógvuliga kærir.
168 Eg havi hildið boð Tíni og vitnisburðir Tínar; tí Tú kennir allar vegir mínar.
169 HARRI, lat róp mítt koma fram fyri ásjón Tína, gev mær vit eftir orði Tínum!
170 Lat bøn mína koma fyri ásjón Tína, frels meg eftir orði Tínum!
171 Lovsongur skal streyma mær av vørrunum; tí Tú lærir meg fyriskipanir Tínar.
172 Tunga mín skal syngja um orð Títt; tí øll boð Tíni eru rættvísi.
173 Lat hond Tína vera mær til hjálpar! Tí eg havi valt boð Tíni.
174 Mær leingist eftir frelsu Tíni, HARRI, og lóg Tín er gleði mín.
175 Lat sál mína liva og lova Tær, og lat dómar Tínar hjálpa mær!
176 - Eg eri vilstur; leita upp tænara Tín sum burturmistan seyð! Tí eg havi ikki gloymt boð Tíni.