Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 56
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir hini stummu dúvu langt burtur. Eftir Dávid. Songur. Táið Filistarar tóku hann í Gat.
2 Ver mær náðigur, Gud! Tí menniskju liggja mær eftir lívinum; samt og javnt treingja teir meg við stríði.
3 Samt og javnt liggja teir mær eftir lívinum, teir, ið elta meg, ja, mangir eru teir, sum í hugmóði stríða móti mær.
4 Men táið ræðsla fellur á meg, líti eg á Teg!
5 Við hjálp Guds skal eg prísa orði Hansara; á Gud líti eg, eg óttist ikki - hvat skal hold fáa gjørt mær!
6 Allan dagin gera teir mær lívið beiskt, allar hugsanir teirra eru vendar móti mær, til tað illa.
7 Teir taka seg saman, teir lúra, teir hava eyguni eftir mær, hvussu eg stígi; tí teir liggja mær eftir lívinum.
8 Skulu teir sleppa undan við øllum óndskapi sínum! - Nei, slá fólkasløgini niður í vreiði Tíni, Gud!
9 Tú hevur talt, hvussu mangan eg havi flýtt; tár míni eru goymd í skinnsekki Tínum - standa tey ikki í bók Tíni?
10 - So skulu fíggindar mínir víkja, tann dag eg rópi; tað veit eg, at Gud er við mær!
11 Við hjálp Guds skal eg prísa orði Hansara, við hjálp HARRANS skal eg prísa orði Hansara.
12 Eg líti á Gud, eg óttist ikki - hvat kann menniskja gera mær!
13 Á mær hvíla lyfti til Tín, Gud - eg skal gjalda Tær við takkofrum!
14 Tí Tú hevur fríað sál mína frá deyðanum, ja, føtur mínar frá falli, so eg kann ganga fyri ásjón Guds í ljósi teirra, sum liva.