Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 102
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Bøn. Eftir neyðstaddan mann, táið hann ørmaktast og hellir út sorg sína fyri HARRANUM.
2 HARRI, hoyr bøn mína og lat róp mítt koma fyri Teg!
3 Fjal ikki ásjón Tína fyri mær, tann dag eg eri í neyð! Boygg oyrað til mín, táið eg rópi, skunda Tær at svara mær!
4 Tí dagar mínir svinna sum roykur, liðir mínir brenna sum eldur;
5 hjarta mítt er svidnað sum gras og følnað; tí eg havi gloymt at eta breyð mítt!
6 Meðan eg suffi hart, koma beinini í mær út undir húðina.
7 Eg líkist pelikaninum í oyðimørkini, eg eri sum uglan á oydnum støðum.
8 Um náttina liggi eg vakin og veni meg og eri vorðin sum einsligur fuglur á takinum.
9 Allan dagin spotta fíggindar mínir meg; teir, ið leika óðir móti mær, biðja ilt við navni mínum.
10 Tí eg eti øsku sum breyð og blandi drykk mín við tár;
11 tað kemur av vreiði Tíni, og av tí at Tú ert illur; Tú tókst meg og kastaði meg burtur.
12 Dagar mínir eru sum hallandi skuggi, og sum grasið følni eg burtur.
13 Men Tú, HARRI, Tú situr í hásæti til ævigar tíðir; minnið um Teg varir mann eftir mann.
14 Tú fert at reisa Teg, Tú fert at vísa Zion náði; tí tað er tíð at vísa náði móti tí, ja, tímin er komin.
15 Tí tænarar Tínir elska steinar tess, teir harmast um sanddungarnar har.
16 Og heidningarnir skulu óttast navn HARRANS, allir kongar á jørðini heiður Tín.
17 Tí HARRIN byggir upp Zion, Hann opinberar Seg í dýrd Síni.
18 Hann vendir Sær til bøn hinna hjálparleysu, Hann vanvirðir ikki bøn teirra.
19 Hetta skal verða uppskrivað fyri ættarliðinum, ið kemur, og fólkið, ið føtt skal verða, skal prísa HARRANUM.
20 Tí Hann hevur hugt niður av heiløgu hædd Síni, HARRIN hevur úr Himli skoðað niður á jørðina
21 at hoyra suff fangans og loysa børn deyðans,
22 so navn HARRANS kann verða kunngjørt í Zion, prís Hansara í Jerúsalem,
23 táið tey koma saman, fólkasløgini og ríkini, at tæna HARRANUM.
24 Hann hevur boygt kraft mína á vegnum, Hann hevur stytt dagar mínar.
25 Eg sigi: Gud mín, tak meg ikki burtur á hálvum aldri! - Ár Tíni vara mann eftir mann.
26 Tú grundfesti jørðina í forðum, og himlarnir eru handaverk Títt;
27 teir skulu forganga, men Tú verður; teir skulu allir eldast sum plagg; sum klæði skiftir Tú teir, og teir hvørva.
28 Men Tú ert hin sami, og ár Tíni fáa ongan enda.
29 Børn tænara Tína skulu búgva í friði, og avkom teirra skal verða standandi fyri ásjón Tíni.