Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 8
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir gittit. Sálmur. Eftir Dávid.
2 HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina, Tú, sum hevur breitt út dýrd Tína yvir himmalin!
3 Av munni smábarna og bróstabarna hevur Tú grundfest Tær vernd, fyri teirra skuld, sum eru óvinir Tínir, fyri at teppa fíggindan og hin hevnisama.
4 Táið eg síggi himmal Tín - verk fingra Tína - mánan og stjørnurnar, ið Tú hevur gjørt,
5 hvat er tá menniskjað, at Tær kemur tað í hug, menniskjabarnið, at Tú tekur Tær av tí!
6 Tú gjørdi tað lítið lægri enn Gud, við heiður og dýrd krýndi Tú tað;
7 Tú setti tað at ráða yvir handaverkum Tínum, alt legði Tú tí undir føtur,
8 smáfæ og neyt, øll somul, ja, tey villu dýrini á markini,
9 fuglarnar undir himli og fiskin í havinum, alt tað, ið ferðast vegir havsins.
10 - HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina!