Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 59
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Spill ikki! Eftir Dávid. Songur. Táið Saul sendi menn, ið skuldu halda vakt um húsið, til at drepa hann.
2 Gud mín, bjarga mær frá fíggindum mínum, verj meg móti teimum, ið reisa seg móti mær!
3 Fría meg frá teimum, ið gera órætt, frels meg frá blóðdálkaðum monnum!
4 Tí Tú sært, at teir lúra eftir sál míni; sterkir menn taka seg saman móti mær, uttan at misbrot ella synd er hjá mær, HARRI!
5 Uttan at eg havi misbrotið meg, renna teir fram og gera seg til at leypa á. Vakna og kom ímóti mær - hygg!
6 Ja, Tú, HARRI Gud herskaranna, Gud Ísraels, vakna og heimsøk allar heidningar, vís ongum av hesum trúleysu níðingum náði! - Sela.
7 Um kvøldið koma teir aftur, túta sum hundar og strúka um staðin.
8 Orðastreymur gongur teimum av munni, svørð er á vørrum teirra, tí "hvør man hoyra tað!"
9 Men Tú, HARRI, Tú lær at teimum, Tú spottar allar heidningar.
10 Móti mátti hansara bíði eg eftir Tær, tí Gud er borg mín;
11 Gud mín kemur ímóti mær við náði Síni, Gud skal lata meg hyggja við gleði á teir, ið elta meg.
12 Drep teir ikki, fyri at fólk mítt skal ikki gloyma tað, nei, lat teir rekast um fyri veldi Tínum, og slá teir niður, Tú Harri, skjøldur okkara!
13 Hvørt orð á vørrum teirra er synd í munni teirra; lat teir tá koma fastar í hugmóð sítt, aftur fyri illbønirnar og lygnirnar, ið teir tala!
14 Ger í vreiði enda á teimum, ger enda á teimum, so teir eru ikki til longur, og lat tey sanna líka at endum jarðarinnar, at Gud er tann, sum ræður í Jákupi! - Sela.
15 Um kvøldið koma teir aftur, túta sum hundar og strúka um staðin.
16 Teir reika um eftir onkrum at eta; verða teir ikki mettir, verða teir verandi alla náttina.
17 Men eg, eg syngi um styrki Tína, um morgunin skal eg fegnast um náði Tína, tí Tú ert borg mín og skjól mítt, tann dag eg eri í neyð.
18 Styrki mín! Tær syngi eg prís, tí Gud er borg mín, náðiríki Gud mín!