Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 77
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Til jedutun. Eftir Asaf. Sálmur.
2 Eg rópi hart til Gud, hart til Gud, og hann hoyrir meg.
3 Tann dag eg eri í neyð, søki eg Harran; hond mín er rætt út um náttina og troyttast ikki, sál mín vil ikki lata seg troysta.
4 Eg minnist Gud og gevi meg; eg suffi, andi mín ørmaktast. - Sela.
5 Tú heldur eygu míni vakin; eg havi ikki frið á mær og eri málleysur.
6 Eg hugsi um farnar dagar, minnist árini, ið langt síðani eru farin.
7 Eg minnist streingjaleik mín um náttina; eg grundi í hjartanum, og andi mín granskar.
8 Man Harrin tá fara at vraka í allar ævir og aldri aftur vísa náði?
9 Er tað við alla úti við miskunn Hansara? Er lyfti Hansara til ævigar tíðir vorðið til einkis?
10 Hevur Gud gloymt at vera náðigur? Hevur Hann í vreiði latið hjarta Sítt aftur? - Sela.
11 Eg sigi: Hetta er tað, ið meg pínir, at høgra hond hins Hægsta er ikki sum áður.
12 Eg skal prísa verkum HARRANS; tí eg minnist undur Tíni frá forðum.
13 Og eg hugsi um alt verk Títt, grundi á øll stórverk Tíni.
14 Gud, vegur Tín er í heilagleika! Hvør er Gud, so stórur sum Gud!
15 Tú ert tann Gud, sum ger undur, Tú hevur gjørt styrki Tína kenda millum fólkini.
16 Við armi Tínum loysti Tú út fólk Títt, børn Jákups og Jósefs. - Sela.
17 Vøtnini sóu Teg, Gud, vøtnini sóu Teg og ringdust í angist, ja, avgrundirnar skulvu;
18 skýggini lótu falla streymar av vatni, himlarnir lótu hoyrast rødd sína, pílar Tínir flugu higar og hagar;
19 tora Tín ljóðaði í ódnarstorminum, snarljós lýstu upp jarðarríki; jørðin pipraði og skalv.
20 Leið Tín lá gjøgnum havið, gøtur Tínar gjøgnum stór vøtn, fótaspor Tíni kendust ikki.
21 Tú leiddi fólk Títt sum fylgi við hond Mósesar og Árons.